Nú er tað endaligt: Aksel verður nýggjur formaður

- Men Heðin Mortensen fekk mestan stuðul í Havn. Á fundi hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fekk Heðin Mortensen størsta undirtøku við 20 atkvøðum, meðan Aksel Johannesen fekk 14 og John Johannesen tvær atvkøður.

Soleiðis er greitt, at tað verður Aksel V. Johannesen, sum verður nýggjur formaður í Javnaðarflokkinum. Hann hevði longu frammanundan tryggjað sær greiðan meiriluta av teimum 143 atkvøðunum, sum verða á landsfundinum leygardagin.

Í tíðindaskrivi boðar Suðurstreymoyar Javnaðarfelag frá, at felagið stillar trý valevni upp:

1. Heðin Mortensen

2. Aksel V. Johannesen

3. John Johannessen

Tey, sum higartil hava boðað frá, at tey stuðla Heðini Mortensen eru:

Suðuroyar Sunnara Javnaðarfelag við 12 atkvøðum

Javnaðarfelag í Sandoy við 8 atkvøðum.

Og tey, sum higartil hava stuðlað Akseli V. Johannessen eru:

Norðoyar Javnaðarfelag við 20 atkvøðum

Eysturoyar Javnaðarfelag við 25 atkvøðum

Norðstreymoyar Javnaðarfelag við 8 atkvøðum

Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag 22 atkvøðum

Vága Javnaðarfelag við 12 atkvøðum

Um Suðurstreymoyar Javnaðarfelag býtir sínar atkvøður leygardagin, sum á limafundinum í kvøld, so verður endaliga býtið:

Aksel V. Johannesen 101 atkvøður

Heðin Mortensen 40 atkvøður

John Johannessen 2 atkvøður