TRIATHLON
Tað gjørdist spenningur til tað síðsta, tá sjey ítróttarfólk – ein kvinna og seks menn – kappaðust um føroyameistaraheiti í Sprint Triathlon. Einsamalla kvinnan, Súsanna Skylv, vann sítt meistaraheiti, men tað var um reppið, at hon eisini endaði framman fyri allar menninar, sum vóru við!
Munurin var sera lítil, tí Gunnar Dahl-Olsen vann føroyameistaraheitið hjá monnunum við tíðini ein tími, átta minuttir og 40 sekund, og bara níggju sekund aftan fyri hann kom Súsanna á málið sum føroyameistari hjá kvinnum.
Síðani vóru einir tríggir ella fýra minuttir niður til Andrass Joensen og aftur nakað tað sama niður til Kára Simonsen. Onkur av teimum, sum vóru við í kappingini í gjár, vóru við fyri fyrstu ferð, og onkur royndi aftur, eftir ikki at hava verið við í fleiri ár.
Fyrst svumu tey íðkandi 750 metrar í Svimjihøllini í Gundadali, áðrenn tey súkklaðu 20 kilometrar á teininum millum rundkoyringarnar við Svimjihøllina, Skansan og Hvítanesvegin, og at enda runnu tey 5,5 kilometrar á gøtunum hjá Skógrøktini, har rutan var hálvatriðju ferð runt í eitt áttatal.