Terji er 35 ára gamal, og hann hevur starvast á Vikublaðnum síðani apríl mánað í ár.
Høvuðsuppgávan hjá honum hetta fyrsta hálva árið hevur verið at leggja lunnar undir og menna nýggja tíðindaportalin hjá Vikublaðnum, www.vikublad.fo, men nú tekur hann so við sum blaðstjóri.
Terji er útbúgvin lærari, og hann hevur áður eitt nú starvast sum tíðindafólk á Sosialinum og sum kunningarleiðari í Vágum.
Umframt sjálvt Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús í landinum, kemur Terji eisini at hava ábyrgd av tíðindaheimasíðuni hjá blaðnum, www.vikublad.fo.