Í dag er fjórði FM kappróðurin á skránni. Hann verður á Varmakeldustevnuni í Fuglafirði, og tað verða allar árar lagdar í sjógv fyri at fáa eina so góða og skjóta kapping, sum tað á nakran hátt ber til.
- Tað er eingin loyna, at vit hava fingið nógv oman yvir okkum henda fyrsta kappingarmánaðin. Vit royna at gera okkara besta, og so vóna vit, at tað í dag fer at eydnast at avgreiða róðrarnar so væl, sum tað á nakran hátt ber til. Fyri at tað skal bera til at fara undir FM róðurin klokkan trý, hava vit gjørt av, at tað skal farast undir barnaróðrarnar klokkan hálvgum tvey, sigur Hans Dávid Hansen, kappingarleiðari í Róðrarsambandinum.
Róðrarsambandið hevur boðað tveimum umboðum fyri allar manningarnar, sum skulu luttaka í róðrinum, til fundar í Fuglafirði klokkan eitt seinnapartin í dag.
- Høvuðsdómarin, startdómarin, máldómarin og umboð fyri RSF vera við á fundinum. Endamálið er at styrkja um álitið millum tey, sum kappast og tey, sum skipa fyri.
Hvat fara tit at siga rógvarunum?
- Millum annað at tað er alneyðugt, at manningarnar beinanvegin virða tað, tá ið flaggið fer upp, sum boðar frá, at nú skulu bátarnir fara til startboyurnar, og at dómararnir ikki fer at skjóta, fyrrenn at alt er klárt. Eingin ivi skal vera um, at allir partar í góðum samstarvi eru sinnaðir at fáa róðurin avgreiddan ábyrgdarfult og so skjótt, sum tað á nakran hátt ber til. Tað er hetta, sum vit ynskja at tosa og samstarva við manningarnar um, sigur Hans Dávid Hansen.
Fuglfirðingar nýggjan start
Týskvøldið vóru umboð fyri RSF saman við startdómara, máldómara og høvuðsdómara í Fuglafirði og tosaðu við lokalu ábyrgdarpersónarnar um róðurin, sum skal vera í dag.
- Nevndin í felagnum er nýggj og ágrýtin, og at hjálpa sær við tí praktiska hava teir góðar stuðlar, sum ofta hava verið í leikum áður. Fuglfirðingarnir hava í sambandi við stevnuna gjørt nýggjan fastan start, sum vit fara at nýta hesa ferð.
Er tað ikki eitt sindur váðið at royna nýggjan start í FM kapping?
-Í skapi er hann ikki so nógv øðrvísi enn teir báðir, sum vit higartil hava havt. Men hann er smidligari. Gomlu startirnir eru 15-18 millimetrar. Nýggi starturin er 10 millimetrar, og so er hann eisini úr sterkari tilfari. Tað ber við sær, at hann verður lagaligari at fáast við. Eitt nú verður tað lættari at sleipa hann í sambandi við flytingina frá 1000 metrum og úteftir, sigur Hans Dávid Hansen, sum inniliga vónar, at talan verður um góða, skjóta og siðiliga kapping.
-Tað er hásummar, og veðrið er gott. Streymurin er heldur ikki so galin, so tað er nógv, sum talar fyri, at kappingin skal ganga væl.
Nevndin rør
Í Fuglafirði hevur kappróðurin ikki havt tað nakað serligt seinastu nógvu árini. Nýgg nevnd varð vald í heyst, og Bárður Rasmussen er 20 ára gamalur formaður. Saman við tveimum øðrum nevndarlimum er hann við til at manna 6-mannafarið Fuglfirðing.
- Vit hava gjørt tær fyrireikingarnar, sum skulu gerast frammanundan. Undir FM kappingini mugu vit savna okkum um róðurin, men tað bilar einki fyri sjálva kappingina, tí vit hava ógvuliga góðar og royndar menn at standa fyri, sigur Bárður Rasmussen.
Í Fuglafirði hava teir ásannað, at tað er neyðugt við nýggjum bátum, um áhugin skal økjast. Teir ætla at fáa nýtt 5-mannafar og 6-mannafar. Heitt er á Sámal Hansen um at smíða bátarnar, og teir vóna, at nýggj Erla Kongsdóttir verður tøk næsta kappingarár.
1000 metra málið í Fuglafirði er úti við Breiðá, 1500 metra málið er nakað innanfyri Toftanes, og 2000 metra málið er nakað uttanfyri Toftanes.