Nógv nýggj og kortini kend andlit úttikin til HM-undankapping

Nýggjur málverji, vinstri vongur, vinstri bakkur, høgri bakkur, høgri vongur og verjuserfrøðingur í landsliðshópinum

Hondbóltssamband Føroya hevur í kvøld kunngjørt hvørjir 16 leikarar eru úttiknir til teir tríggjar HM-undan-undankappingardystirnar í Luksemborg í januar.

Sí eisini: 

Landsliðshópurin verður úttikin í kvøld

Nógvir skaðar hava sett sín dám á hópin, og hópurin sum Sonni Larsen hevur tikið út, telur eisini seks leikarar, sum ikki spældu í undankappingini til EM.

Teir eru Tóraldur Kollsker, Hilmar Leon Jakobsen, Teis Horn Rasmussen, Vilhelm Poulsen, Leivur Mortensen og Pætur Thomsen.

Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar
Nicholas SatchwellNeistin
Tóraldur KollskerFIF (DK) 
Vinstru bakkar
Brandur HalgirssonAJAX KØBENHAVN (DK) 
Hilmar Leon JakobsenH71
Teis Horn RasmussenHEI (DK) 
Miðjur
Jónas Gunnarsson DjurhuusFIF(DK) 
Kjartan JohansenViking Stavanger (No) 
Høgru bakkar
Peter KroghH71
Vilhelm PoulsenH71
Vinstru vengir
Leivur MortensenH71
Rói Berg HansenFIF (DK) 
Høgru vengir
Nicklas SelvigKÍF
Pætur ThomsenH71
Strikur
Helgi Hildarson HoydalViking Stavanger (NO) 
Rókur AkralíðHEI (DK)
Rògvi Dal ChristiansenKyndil

 

 

 

Skráin fyri undankappingina í Luksemborg er hendan:

10. januar: Føroyar - Litava

11. januar: Føroyar - Slovakia

12. januar: Føroyar - Luksemborg

FM1 sigur beinleiðis frá øllum trimum dystunum