Næraberg kom á Klaksvík fríggjadagin, tí okkurt var galið við frystarínum. Stutt eftir miðdag í gjár fóru teir avstað aftur, og hjálptu Ziska hjá Norðoya Bjargingarfelag og Maria hjá Faroe Agency til at fáa Næraberg trygt út í rúman sjógv á Pollinum.
Teir hava royna eftir svartkjafti og fara teir fyrst í ES-sjógv, har teir eiga 450 tons eftir og síðani verður farið í føroyskum sjógv at royna. Svartkjafturin plagar at taka seg upp í føroyskum sjógvi eitt sindur seinni í hesum mánaðinum.
Sigmundur Brestisson er skipari henda túrin, og við eru 41 mans við – teirra millum tveir írar, sum kenna maskinaríið væl umborð.