Seinasta samdøgrið er Zaporizjzja-regiónin í Ukraina álopin 480 ferðir av russisku herinum.
Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Ivan Fedorov, á Telegram.
Sagt verður um ein mann, sum er løstaður í álopunum, men annars er einki frætt um persónligar skaðar.
Sambært guvernørinum lupu russar á Zaporizjzja-regiónina við bæði rakettum og dronum.
Ukrainsku myndugleikarnir hava higartil fingið 81 fráboðanir um skaðar á hús, íbúðir, landbúnaðarbygningar og bilhús í regiónini.