Tað vísa nýggj tøl fyri bilasøluna í Norðurlondum, sum Bilstatistik.dk hevur savnað.
Í august vórðu 13.274 nýggir elbilar skrásettir í Noregi. Til samanberingar vórðu bara 64 nýggir dieselbilar og 30 bilar, sum einans koyra við bensini, skrásettir sama mánað.
– Norski nýbilamarknaðurin er nú í praksis fult elektriskur, sigur Geir Inge Stokke, stjóri í norska Opplysningsrådet for veitrafikken.
Noreg liggur langt fremst av teimum fýra stóru norðurlendsku bilmarknaðunum. Í Danmark vóru 85,9 prosent av nýggju bilunum í august elbilar, í Finnlandi 51,6 prosent og í Svøríki 45,5 prosent. Sambært Bilstatistik.dk hevur elbilaparturin ongantíð áður verið so høgur í einum augustmánaði í øllum fýra londunum.
Danmark nærkast Noregi
Noreg hevur framvegis eisini størsta partin av elbilum í samlaða bilaflotanum. Har eru 34,9 prosent av øllum persónbilum elbilar.
Men Danmark nærkast skjótt. Har eru elbilar nú 23,5 prosent av samlaða bilaflotanum, og talið er vaksið 45,6 prosent eftir einum ári. Í Noregi hevur vøksturin sama tíðarskeið verið 15,7 prosent.
Bilstatistik.dk metir tí, at Danmark møguliga kann taka Noreg aftur innan nøkur ár, tá tað ræður um elbilapartin av samlaða bilaflotanum.
Í Svøríki eru 9,6 prosent av bilunum elbilar og í Finnlandi 7,3 prosent.
Fleiri nýggir bilar seldir
August var annars ein góður bilamánaður í stórum parti av Norðurlondum.
Í Finnlandi vórðu 6.642 nýggir persónbilar skrásettir, sum er ein vøkstur upp á 26,2 prosent samanborið við august í fjør. Í Danmark vóru 16.165 nýggir bilar skrásettir, 24,1 prosent fleiri enn í fjør og hægsta augusttalið síðani 2020.
Í Svøríki vórðu 22.156 nýggir persónbilar skrásettir, 11,6 prosent fleiri enn í august í fjør. Noreg var einasta landið við afturgongd, har nýskrásetingarnar minkaðu 3,4 prosent.
Toyota stendur eisini sterkt á norðurlendska marknaðinum. Merkið er tað einasta, sum – burtursæð frá BMW iX5 – er umboðað á topp-10-listunum í øllum fýra londunum. Í Finnlandi eigur Toyota enntá øll fimm fremstu plássini á modellistanum.
##med2##
Kelda: Bilstatistik.dk, Bilstatistik.se, OFV og Value Clinic.












