- Vit komu faktist ikki til Føroyar fyrrenn mikunáttina. Men tá var alt yvirstaðið.
Var tað ikki fyri øskuni úr Íslandi, hevði Randi rokkið í øllum førum tvey ting á hesi Føroya-vitjanini: Gullbrúdleypið hjá foreldrunum, og fleiri frídagar.
Tá hon fór umborð á flogfarið í Gibraltar við kós móti Danmark og Føroyum í góðari tíð frammanundan, visti hon einki um, at hon fór at uppliva hvørki teirra hesaferð.
- Vit vóru komin umborð á flogfarið til Føroyar, tá vit fingu at vita at fráferðina var avlýst. Og tað vórðu so allar fráferðirnar í næstan eina viku, greiðir Randi Franco frá.
Soleiðis slapp hon ikki við til gullbrúdleypið hjá foreldrum sínum, Helgu og Jørgin Gleðisheygg av Nesi, og sum varð hildið 17. apríl í bygdarhúsinum í Leirvík. Og soleiðis fekk hon hesa ferð bert tríggjar dagar í Føroyum.
- Tá ein hevur ferðast so langt, er tað ótrúliga keðiligt bert at steðga í so stutta tíð.
Hinvegin, so slapp hon at siga frá einum lítlum parti av lívi sínum, tá umboð fyri Sosialin hittu hana í handlinum hjá Pidda á Toftum fríggjadagin, - dagin fyri hon skuldi aftur til sítt umhvørvi.
- Jú, eg trívist í Gibraltar.
Á leikvøllum funnust ...
Tað er sjálvandi ein orsøk til, at ein ung genta av Nesi í norðuri, flytir so langt sum til Gibraltar í suðri fyri sløkum 20 árum síðani.
Sum hjá so mongum øðrum kvinnum var tað ein sjeikur, sum var høvuðsorsøk til hetta. Tær uttaru umstøðurnar vóru Oyggjaleikirnir í juli mánaði í 1989, sum vórðu hildnir á fleiri støðum kring oyggjarnar. Tær innaru vóru kærleiki millum tvey oyggjaleikafólk sum elskaðu hvørt annað.
Bæði vóru tey virkin á hvør sínum øki og hvør sínum vølli til hesar leikirnar: Hon luttók í fimleikinum, meðan hann, við nummar 87 á rygginum, rann sítt ítarsta kring leikvøllin á 5000 metrum fyri heimland sítt, m.a. í kapping við Niels Jákup Jacobsen úr Føroyum.
- Vit hittust faktisk her á Toftum, og vit eru framvegis saman, nú skjótt 21 ár síðani Oyggjaleikirnar á sinni, sigur Randi við einum brosi.
Ætlanin hjá unnusta hennara var at fáa arbeiði í Føroyum, eftir at Oyggjaleikirnar vóru lidnir. Men fíggjarliga var hetta ein so ring tíð her á landi, at tað var ikki hugsingur um hjá einum fremmandum at fáa arbeiði her.
Eftir einar seks mánaðir í Føroyum flutti hann niður aftur til Gibraltar og til arbeiðið sítt í kommununi. Men tey megnaðu bæði at halda sambandið og kærleikan viðlíka.
- Sjálv flutti eg ordiliga niður til Gibraltar í 1993.
Hart, skjótt og nógv
Randi var hinvegin heppin við arbeiðsroynd síni, tá hon flutti til Gibraltar. Hon fekk rættiliga skjótt arbeiði á eini matstovu, samstundis sum hon gjørdi alt fyri at seta seg inn í mentanina og dagliga lívið.
Tað er sjálvandi munur á føroyskum viðurskiftum og teimum á Gibraltar. Ein er livimátin, tosingarlagið og ikki minst málið. Tað var ikki bara sum at siga tað at læra spanskt, ið er annað av málunum har.
- Í fyrstuni dugdi eg als ikki málið. Øll dugdu sjálvandi enskt, men tá tey vóru saman, tosaðu tey bara spanskt. So tá fekk eg ikki serliga nógv við, skilir tú.
- Í míni verð var onki skil á tí tey søgdu, tá tey tosaðu bæði hart, skjótt og nógv, sigur Randi brosandi.
Í fyrstuni treivst hon ikki so væl í nýggja umhvørvinum og nýggju umstøðunum. Men tað broyttist so líðandi:
- Tað tók mær faktist fimm ár, áðrenn eg treivst so mikið væl, at eg ikki longdist heim aftur til Føroyar. Tað gjørdi eg annars næstan hvønn dag í byrjanini.
Nátt og dag
Við arbeiðinum á matstovuni kom hon so líðandi inn í málið. Henda snotuliga matstovan lá rættiliga væl fyri í landslagnum, - beint við havnalagið, har tær stóru jaktirnar lógu við bryggju.
Hjúnini ið áttu hesa matstovuna, áttu eisini eitt hotell sum lá við høvuðsgøtuna í býnum, og sum konan stjórnaði. Á matstovuni varð arbeitt í vaktum og nærum allar tímar í samdøgrinum, sum ikki er óvanligt fyri slík støð.
Men ein dag broyttist alt:
- Konan kom til mín, og spurdi, um eg ikki heldur vildi arbeiða á hotellinum. Hon segði, at um eg tók av her, kom eg at arbeiða frá mánadegi til fríggjadag, og so hava frí um vikuskiftið.
- Og eg tók sjálvandi av, greiðir Randi íðin frá. Her arbeiddi hon trý tey næstu árini.
Tað hendu tó eisini aðrar broytingar í lívinum hjá Randi. Hon hevði átt sítt fyrsta barn, og átti nú barn nummar tvey. Tí valdi hon at vera heima tvey tey næstu árini.
Tá hon so aftur fór til arbeiðis, var tað hvørki innan hotellyrkið ella handilsvinnuna, men í eini stórari enskari handilsketu.
Vera í sving
Morrisons-fyritøkan hevur 450 deildir í Onglandi, men bert ta einu uttanfyri landoddarnar, nevniliga hana í Gibraltar. Randi gjørdi ikki mætari enn at søkja arbeiði her. Tey stóðu júst tá og manglaðu eitt fólk at sita við kassan, og hetta arbeiðið gjørdi hon tað næsta hálvaannað árið.
- Satt at siga, dámdi mær ikki hetta arbeiðið serliga væl. Mær dámar betur eitt arbeiði, har man kann røra seg og vera í sving. Og tað er ikki júst tað sum man ger, tá man bara er kassadama, slær hon fast.
Fyritøkan fór sum fráleið eisini undir at framkalla myndir fyri fólk, og fór Randi nú til hetta arbeiðið, áðrenn hon flutti til deildina, sum hevði við bøkur, fløgur, pappír og slíkt at gera.
Her er leiðarin!
Randi var at byrja við einsamøll í hesum starvinum, men tað vant meiri og meiri uppá seg, eins og sølan vaks, og tí vórðu fleiri starvsfólk sett aftrat.
- Eg veit ikki rættiliga. Eg hevði sjálvandi nøkur fólk undir mær, og gjørdi tað sama sum ein deildarleiðari í Onglandi. Og tja, tey hildu kanska, at henda deildin kravdi ein leiðara, og so varð eg bara sett, uttan at verða spurd.
- Eg tonkti als ikki uppá tað og visti heldur ikki av tí, - faktist ikki fyrrenn tey kunngjørdu, at “Randi, hon er tann nýggi leiðarin her”!, sigur hon við einum brosi.
Men ein deildarleiðari hjá Morrisons skal eisini hava frí viðhvørt. Og tí hevur Randi sett sær fyri, at koma til heimland sítt eina ferð um árið at vitja.
Vanliga steðgar hon á í eina tíð. Hesaferð gjørdi øskan úr Ísandi sítt til, at vitjanin bert vardi í tríggjar dag.
Leygardagin fór hon aftur til Gibraltar.
Leiga - ikki eiga
Ein munur millum Føroyar og Gibraltar er búsetingarmynstrið.
Í mun til í Føroyum, búgva fólk flest ikki í sethúsum, men í leigaðum íbúðum. Ein vanlig íbúð er ikki til at keypa.
- Nei, skalt tú keypa tær eina íbúð, so mást tú kanska av við einar 3 milliónir krónur, greiðir Randi frá.
Fyri henda peningin kundi ein føroyingur vænta sær eina snotuliga og haraftrat stóra íbúð. Men so er ikki á Gibraltar: Ein íbúð fyri henda prísin er lítil, hevur bert tvey ella trý kømur.
Randi og maður hennara vóru tó heppin, tí tey fingu býtt um íbúð við eina eldri konu, ið ikki hevði brúk fyri ein nógv pláss og ein familja við tveimum børnum.
- Í dag gjalda vit 1000 krónur um vikuna í leigu
FAKTA
Gibraltar
Gibraltar er bretskt hjáland á suðurendanum í Spania.
Høvuðsstaður er Gibraltar býur. Gibraltar er ein kálkklettur, sum bretar hava gjørt til skansa at verja innsiglingina til Miðjarðarhavið við í ófriðartíðum. Flogvøllurin liggur út í sjógvin báðumegin og tvørturum hálvoynna inn móti Spania. Bilarnir koyra tvørtur um flogvøllurin til og frá Gibraltar.
Økið er 6,5 ferkilometrar stórt, og hevur eitt 1,2 kilometrar langt landamark ímóti Spanien, og hevur annars eina 12 kilometrar langa strond.
Í Gibraltar búgva sløk 30.000 fólk. Almenna málið er enskt, men nógv tosa eisini spanskt.
Bruttotjóðarúrtøkan pr. íbúgva er í miðal 38.200 dollarar.
Franco - men ikki hin
Randi er gift og hevur tikið eftirnavnið hjá manninum, Franco.
- Men mítt eftirnavn hevur einki við einaræðisharran í Spanien, Francisco Franco at gera, slær hon rimmarfast.
Hesin Francisco Franco, vanliga nevndur Franco (4. desember 1892 - 20. november 1975), var framúr samskipari og hækkaði skjótt í tign í herinum og gjørdist herovasti í Spania í 1935. Tá ið hann fór upp í uppreisturin í 1936, fekk hann sær italska og týska hjálp, og gjørdist afturfyri hægstur í herinum og ríkisovasti.
Francisco Franco tók valdið í Spania í 1939 eftir eitt trý ára langt borgarakríggj. Hann sat við valdinum sum einaræðisharri til sín deyða í 1975.
(gibraltar kona 1- HØVUÐS)
- Eg bleiv faktist leiðari á deildini í handlinum, uttan at eg varð spurd, sigur Randi Franco (fødd: Gleðisheygg), sum í farnu viku vitjaði í heimbygdini, Nesi
(gibraltar kona 2)
Randi Franco veit alt um, hvat tað er at sita við ein kassa í einum handli í Gibraltar. - Mær dámdi tað ikki so væl. Eg vildi heldur vera í sving, sigur hon, her hon er farin til handils hjá Pidda á Toftum