Tað var søtur sigur, sum næstbesta liðið hjá NSÍ seinnapartin vann í Hólmanum á Eiði. Næstbesta liðið hjá EB/Streymi er niðast við seks stigum, og á hinum niðurflytingarplássinum er FC Hoyvík við sjey stigum.
Úrslitið var 2-1 til NSÍ eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Tá ið NSÍ longu í triðja minutti skoraði fyrra málið, vóru tað tveir Mortensen brøður, sum áttu høvuðsleiklutin. Stóribeiggin 27 ára gamli Mórits Heini Mortensen, sum í fjør spældi við EB/Streymi, átti uppleggið, og málskjútti var 20 ára gamli lítlbeiggin Jonn Mortensen. Hetta var triðja ferðin í ár, at Jonn Mortensen var málskjútti í 1. deild.
Lítla løtu eftir steðgin varð Steffan A. Løkin skiftur inn á liðið hjá NSÍ. Hóast hann ikki venur nakað serligt, so ger Steffan stóran mun, tá ið hann er á næstbesta liðnum, og soleiðis var tað eisini í dag. Sjey minuttir eftir steðgin økti Steffan um munin til 2-0. Uppleggið syrgdi Markus Klein Danielsen fyri.
Fýra minuttir seinni minkaði EB/Streymur um munin til 2-1. Málskjútti var Thomas Bjørn Miezan.
Umframt Thomas Bjørn Miezan vóru tríggir aðrir spælarar á liðnum hjá EB/Streymi, sum plaga at vera á listanum á besta liðnum: Hans Pauli á Bø, Fríði Holm og Jákup Hummeland.
Á liðnum hjá NSÍ vóru fýra spælarar, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum: Mórits Heini Mortensen, Benadiktus Olsen, Markus Klein Danielsen og Filip Drinic.











