NSÍ vann allar tríggjar dystirnar móti FC Suðuroy í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Talan gjørdist um tveir minni sigrar við Løkin í Runavík, og ein stórsigur vesturi á Eiðinum í Vági.
Samlaða úrtøkan í innanhýsis dystunum gjørdist sostatt níggju stig til NSÍ, og einki stig til FC Suðuroy.
Málmunurin í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 11-2 til NSÍ.
Brandur H. Olsen og Klæmint A. Olsen skutu báðir trý mál hvør móti FC Suðuroy í hesum kappingarárinum.
NSÍ-FC Suðuroy 3-1 (1-1) - 24. august
1-0 Beinir L. Nolsøe 13.
1-1 Salmundur Bech 32.
2-1 Klæmint A. Olsen 62.
3-1 Michal Przybylski 82.
FC Suðuroy – NSÍ 1-7 (1-2) - 17. mai
0-1: Klæmint A. Olsen 21.
0-2: Petur Knudsen 30.
1-2: Olivur Renéson Thomsen 39.
1-3: Petur Knudsen br 48.
1-4: Fabian Ness 55.
1-5: Klæmint A. Olsen 62.
1-6: Brandur Hendriksson Olsen 76.
1-7: Brandur Hendriksson Olsen 85.
NSÍ-FC Suðuroy 1-0 (0-0)
1-0 Brandur Hendriksson Olsen 78.