Nú er B36 tvey stig frá toppinum

Við trivaligum sigri á Argjum lyfti árstalsfelagið seg nærri toppinum, meðan AB bara hevur fingið eitt stig í trimum teimum seinastu royndunum

B36 bjóðar av álvara av í kappingini um fremsta plássið, og hjá AB peikar pílurin skeiva vegin, eftir at tað fyrstu umførini gekk øgiliga væl.

 

Í dag vann B36 4-1 inni í Vika á Argjum, og tað ber við sær, at 90 ára gamla árstalsfelagið nú hevur 15 stig og er tvey stig aftanfyri toppliðið NSÍ. B36 er framvegis ikki farið av vøllinum í ár uttan úrtøku.

 

Hálvleiksstøðan var 2-1 til B36.

 

Í dag var Bartal Páll Klein millum teir fyrstu ellivu hjá B36, og hann takkaði fyri við í sætta minutti at leggja gestirnar á odda eftir hornaspark og upplegg frá Hannes Agnarsson, sum aftur í dag var vongverji í høgru.

 

Hóast B36 leikliga var omaná, so eydnaðist tað AB seks minuttir undan steðginum at javna til 1-1. Jón Steingrímsson, sum var fremsti maður hjá AB, átti uppleggið, og tað var miðvallarin Obule Sunday Moses, sum skoraði.

 

Í síðstu løtu undan steðginum svaraði B36 aftur. AB málverjin misti bóltin, og tá ið hann royndi at bøta um mistakið, gjørdi hann brotsspark, sum Bogi Reinert-Petersen umsetti til mál.

 

Longu tveir minuttir seinni var 3-1, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá favorittunum fór at verða.

 

Ragnar Samuelsen var í dag millum teir fyrstu ellivu, og tað var hann, sum átti fína innleggið úr høgru. Aftarlaga í brotsteiginum var Torgeir Børven púra leysur, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í handara síðunetið.

 

Tíggju minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin, vóru tað tveir av innskiftu monnunum, sum staðfestu 4-1 sigurin. Tá ið ein tími var farin avloystu Dávid B. Andreasen og Tobias Hansen Ragnar Samuelsen og Torgeir Børven, og tað var Dávid B. Andreasen, sum átti uppleggið, tá ið Tobias Hansen skoraði til 4-1. Hetta var annað málið hjá Tobiasi í bestu landskappingini í ár.

 

Mikukvøldið fer B36 at spæla steypadyst ímóti HB, og sunnudagin fær B36 vitjan av NSÍ.

 

 Sunnudagin fer AB í Gundadal at spæla ímóti HB.