Framsýningin í Leirvík tekur støðið í útgrevstrinum á Toftanesi.
- Fleiri av teimum áhugaverdu lutunum, sum eru funnir í útgrevstrinum, eru við á forvitnisligu framsýningini.
Framsýningin hevur verið opin hvørt vikuskifti í summar, og hetta vikuskiftið verður hon so opin fyri seinastu ferð.
- Hetta vikuskiftið verður eisini møguleiki at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, sum varð funnin á Toftanesi.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at brosjan er 26 mm. í tvørmáti. Hon er úr bronsu ella silvuri og er gjørd í Borre-sniði.
Framsýnigin í Leirvík, sum letur aftur, tá hetta vikuskiftið er lagt afturum, verður opin soleiðis fyri seinastu ferð:
Leygardagin 12. september (10– 17)
Sunnudagin 13. september (13– 17)
- Tað er ókeypis atgongd til framsýningina, og øll eru hjartaliga vælkomin framvið, verður sagt í Eysturkommunu.
##med2##












