Við 3. viðgerð hevur Løgtingið nú samtykt løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya – sum snýr seg um broyting í starvsheitnum hjá løgtings- og landsstýrismonnum, sum nú eisini tekur atlit til, at kvinnur eisini eru politikarar.
Uppskotið er nú samtykt fyri aðru ferð. Tað var eisini samtykt í 2023. Broytingar í stýrisskipanarlógini skulu samtykkjast av tveimum tingum.
Í viðmerkingum til uppskotið søgdu uppskotsstillararnir í 2023, at formansskapurin ynskir at dagføra starvsheitini hjá ting- og landsstýrisfólkum og øðrum politiskum embætum soleiðis, at hesi í størri mun avspegla dagsins talumál, har heiti, knýtt at kynunum báðum, verða javnsett.
– Samstundis verða kynsóheft heiti sett inn í lógina. Heitini verða longu brúkt í dagligari talu og í virksemi Løgtingsins, men til tess at fáa hesi formliga góðkend, verða løgd fram uppskot til broyting í Tingskipanini og í Stýrisskipan Føroya.”
Heitini landsstýrisfólk, løgtingsfólk og tingfólk verða sett í lógina samstundis, sum landsstýriskvinna, løgtingskvinna og tingkvinna eins og landsstýrismaður, løgtingsmaður og tingmaður verða javnsett sum almenn starvsheiti. Fyri starvsheitini løgmaður, varaløgmaður, løgtingsformaður og næstformaður verða ásetingarnar broyttar soleiðis, at løgkvinna, varaløgkvinna, løgtingsforkvinna og næstforkvinna verða javnsett starvsheiti.
Táverandi løgtingsforkvinna ráðførdi seg við Málráðið um heitini, og er tilmælið frá ráðnum lutvíst grundarlag undir broytingini. Samskiftið við Málráðið er lagt við uppskotinum sum fylgiskjøl.
Starvsheitini landsstýrismaður, løgtingsmaður og tingmaður verða broytt í allari lógini, men starvsheitini løgmaður, varaløgmaður, løgtingsformaður og næstformaður verða standandi. Við ásetingini í § 1 a verða almennu starvsheitini fyri hesi embæti tó tillagað eftir, hvør situr í embætinum. Um hesar orðingar skuldu verið tillagaðar í allari lógini at fevnt um bæði kynini uttan at funnið heilt nýggj heiti, hevði talan gjørst um ov tungan og fløktan lógartekst, og tí er loysnin við § 1 a vald ístaðin.
Eisini verður heitið embætismaður broytt til embætisfólk og uttantingsmaður broytt til
uttantingsfólk.
Hesi 27 tingfólkini, sum vóru á tingfundinum í morgun, atkvøddu fyri uppskotinum:
- Árni Skaale, Fólkaflokkurin
- Astrið Breckmann, Fólkaflokkurin
- Fía Selma Nielsen, Fólkaflokkurin
- Fróði Magnussen, Fólkaflokkurin
- Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin
- Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
- Bjarni Kárason Petersen, Framsókn
- Ruth Vang, Framsókn
- Ben Arabo, Javnaðarflokkurin
- Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin
- Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
- Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
- Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin
- Jenis av Rana, Miðflokkurin
- Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
- Atli F. Johansen, Sambandsflokkurin
- Erhard Joensen, Sambandsflokkurin
- Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
- Johan Dahl, Sambandsflokkurin
- Magni Højgaard, Sambandsflokkurin
- Sunnvá Dahl Høgfeldt, Sambandsflokkurin
- Sámal Petur í Grund, Sjálvstýri
- Eirikur í Jákupsstovu, Tjóðveldi
- Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi
- Høgni Hoydal, Tjóðveldi
- Liljan Weihe, Tjóðveldi
- Sirið Stenberg, Tjóðveldi









