Tað var nýggjur vinnari á Fjarðastevnu í Vestmanna í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Tríggjar tær fyrstu ferðirnar í summar var Smyril úr Vági suverenur vinnari, men soleiðis var tað ikki í dag.
Starturin hjá vágbingunum var alt annað enn góður, og eftir startspurtin var Smyril langt frá teimum, sum fingu besta startin, og tað eydnaðist ikki Smyrli at vinna seg fram í kappingina um sigurin, hóast vágbingar bardu seg fram á triðja plássið.
Besta startin fingu Strálan av Strondum og Froðbingur av Tvøroyri. Hesir báðir bátarnir vóru í spennandi kapping um sigurin, og ta kappingina vann Froðbingur, sum var eina bátslongd undan Stráluni, ið aftur var tað mesta av einari bátslongd undan Smyrli.
At Froðbingur vann, og at Smyril endaði á triðja plássi ber við sær, at tað av álvara er kyknaður spenningur í FM kappingini, har Smyril hevur 26 stig, og Froðbingur hevur 25 stig.
| 1 | Froðbingur (FSR) | 04:39.03 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Strálan (Strálan) | 04:41.30 | +02.54 | 6 | ||
| 3 | Smyril (VK) | 04:43.27 | +04.48 | 5 | ||
| 4 | Skúgvur (SÍF) | 04:45.31 | +06.56 | 4 | ||
| 5 | Sundabáturin (NHR) | 04:49.43 | +10.80 | 3 | ||
| 6 | Kvívíksbáturin (KSR) | 04:57.39 | +18.72 | 2 | ||
| 7 | Víkingur (HR) | 05:11.27 | +32.48 | 1 |
| 1 | Smyril (VK) | 4 | 26 | ||
| 2 | Froðbingur (FSR) | 4 | 25 | ||
| 3 | Sundabáturin (NHR) | 4 | 17 | ||
| 4 | Strálan (Strálan) | 4 | 16 | ||
| 5 | Skúgvur (SÍF) | 4 | 16 | ||
| 6 | Kvívíksbáturin (KSR) | 4 | 7 | ||
| 7 | Víkingur (HR) | 4 | 5 |
rsf.fo










