Nú verða diabetes-kanningar í Sundalagnum

- Kanningin verður í skúlanum á Langasandi týsdgin og mikudagin

- Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava diabetes 2 í Føroyum”, fer at gera kanningar í Sunda kommunu týsdagin 25. august og mikudagin 26. august.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag. Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis diabetes.

 

Sagt verður, at við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað.

 

- Kanningin tekur umleið fimm minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum.

 

Møguleiki er at bíleggja sær tíð til kanning á bókingarskipanini, sum sæst á heimasíðuni - www.sunda.fo 

 

- Kanningin verður í skúlanum á Langasandi, verður lagt aftrat.