Løgtingið fer á tingfundi, sum byrjar í dag, millum annað at samtykkja, at bensin og diesel skulu frítakast fyri mvg í tríggjar mánaðir. Tað verður gjørt, tí oljuprísirnir eru hækkaðir so nógv av krígnum í Irak.
Málið varð samtykt við 23 atkvøðum fyri við 2. viðgerð, tí er rættiliga vist, at tað eisini verður samtykt við 3. viðgerð í dag.
Málið um at broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at starvsheitini hjá politikarum verða broytt, so tey eisini taka atlit til kvinnur. Tað vil siga, at tað fer at vera loyvt at siga eitt nú »løgtingskvinna«, »landsstýriskvinna« og »løgkvinna«.
Skráin fyri tingfundin er annars hendan:
|
1 |
3. viðgerð LM-087/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti) |
|
2 |
3. viðgerð LM-090/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Tíðaravmarkað mvg frítøka av sølu av bensini og diesel) |
|
3 |
3. viðgerð LM-100/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2026-II (Tíðaravmarkað mvg-frítøka av sølu av bensini og diesel) |
|
4 |
2. viðgerð LM-093/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Avtaka markið á 300 bruttotons fyri útlendskar P & I-tryggingar) |
|
5 |
2. viðgerð LM-089/2025 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om dansk indfødsret |
|
6 |
2. viðgerð LM-094/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt (Ásetan av panti og rakstrargjaldi, tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara) |
|
7 |
2. viðgerð LM-095/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilivág (At ferðandi kunnu hava við sær heilivág til egna nýtslu til landið) |
|
8 |
2. viðgerð LM-096/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn |
|
9 |
1. viðgerð LM-110/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2026-2 (Várumfarið) |
|
10 |
Framløga |
Seinasti tingfundur fyri summarfrítíðina sambært skránni hjá Løgtinginum er týsdagin 19. mai klokkan 13.









