Nyrup kemur til Føroya 6. januar

Ríkisfundur millum Grønland, Føroyar og Danmark verður 6. januar í Havn. Seinni í 1998 kemur forsætisráðharrin á almenna vitjan í Føroyum

Í tíðindaskrivi týsmorgunin verður upplýst, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, Jonathan Motzfeldt , landsstýrisformaður, og Edmundur Joensen, løgmaður, hava gjørt avtalu um at halda ríkisfundir upp á skift í Føroyum, Grønandi og í Danmark.

6. januar 1998 verður Ríkisfundurin í Havn. Í 1999 verður hann í Grønlandi og í Danmark í ár 2000.

Í hesum sambandi sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum:


Í virðing fyri felagsskapinum

- Eg eri fegin um, at vit í semju hava avtalað eina skipan, sum virðiliga leggur dent á grundarlagið fyri ríkisfelagsskapinum.

- Eg gleði meg at koma til Havnar og at luttaka á fundinum, hitta Landsstýrið og teir føroysku politikararnar.

Umframt hesa vitjanina í sambandi við Ríkisfundin, havi eg tikið ímóti innbjóðing at vitja Føroyar seinni í 1998, sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum.


Skrivarin hjá løgmanni letur okkum frætta....

Sosialurin royndi at fáa viðmerking frá Edmundi Joensen, løgmanni, eitt nú fyri at vita, hvussu Ríkisfundurin verður skipaður, og hvørji evni eru á dágsskránni.

Tíverri var løgmaður ikki at hitta, tí hann hevði so nógv at gera í gjár, men Maiken Poulsen skrivari, svarar uttan himpr fyri løgmann:

- Ríkisfundir eru óformellir.Stjórnarleiðararinir hittast at tosa sínamillum, men eingin dagsskrá ella annað formligt, er grundarlag undir Ríkisfundunum, sigur skrivarin hjá løgmanni.

So er bert at vóna fyri løgmann, at skrivarin hevur givið okkum rættar upplýsingar.


Forsætisráðið: Dagsskrá verður gjørd

Í forsætisráðnum sigur Søren Kelstrup, stjórnarskrivari, at ríkisleiðararnir tosa um ymisk mál, sum hava áhuga fyri ríkisfelagsskapin. Hann sigur, at ein dagsskrá verður gjørd, men at hon ikki er liðug enn.