Oddagrein· Eik festir røtur í Danmark

Nú í vikuni kunngjørdi Eik, at bankin hevur keypt størsta internetbankan í Danmark SkandiaBanken við 115.000 kundum. Hóast keypsprísurin ikki er kunngjørdur, so er greitt, at hetta er størsti handil, sum nøkur føroysk fyritøka hevur gjørt nakrantíð.

Keypið av SkandiaBanken skal fíggjast við einari kapitalhækkan seinni í ár.

 

Tað er gott, at peningur ikki liggur og svevur, sum vit hava sæð tað hjá onkrum av størru føroysku fyritøkunum seinnu árini, og sigast má, at tað hevur hepnast heilt væl hjá Eik seinnu árini. Timingin hevur verið góð í teirra íløgum, og hetta visir, at fyriuttan eitt sindur av hepni, so hevur hegni verið við frá leiðsluni í Eik.

 

At royna at fjøltátta inntøkugrundarlagið er altíð gott. Vit føroyingar hava stak ringar royndir av, at man bert hevur dúvað uppá Føroyar sum marknað, og tí er tað gott, at man roynir at breiða seg á aðrar marknaðir, fyri at fáa fleiri bein at standa á. Hetta er tað, sum Eik ger, og tykist tað skilagott.

 

Tó er umráðandi, at man spennir bogan akkurát rætt. Skjótt er at spenna hann ov nógv, so tað brestir, og lætt er at gera tað øvugta, har man als ikki spennir bogan, og tí tapir kappingina uppá forhond.

 

Eik hevur allar fortreytir fyri at gerast eitt veruligt lokomotiv í føroyska búskapinum, men tað krevur, at leiðslan framhaldandi hevur tunguna mitt í munninum, og ikki spennir bogan harðari enn neyðugt.

 

Væl er tað so, at Eik nú dúvar uppá fleiri marknaðir, men alt eru marknaðir, sum sveiggja nøkurlunda eins. Í hvussu so er, so er eingin immunur fyri heimskonjukturunum, men Eik kann hava heiluvágin ella sagina klára, skuldu einstakar av greinunum hjá teimum blivið sjúkar.

 

Ímeðan kundi Eik kanska eisini umhugsað at latið eina lítla grein vaksa inn á bretska marknaðin. London er størsti fíggjarmiðdepil í heiminum, og hann liggur á leið í somu frástøðu úr Føroyum sum Keypmannahavn. Spell at eingin føroysk fíggjarfyritøka er har, tí London er portrið til allan heimin í fíggjarhøpi. Bretland er heldur ikki minni relevant hjá føroyingum nú, tá sambandið millum Føroyar og Bretland í ár verður betrað við farma- og ferðamannasigling, og handilsmøguleikarnir harvið verða øktir munandi báðar vegir.

 

Sosialurin