Oddalið og avbjóðari møtast í steypafinalu

Hóast ÍF er mestsum einaráðandi í Eik-liguni hjá monnum, hava fleiri jøvn og spennandi sett verið ímóti Mjølni, so steypafinalan verður kanska meira spennandi enn stigatalvan. Hagtølini frá undanfarnum árum peika ymsar vegir, nú menninir hjá ÍF og Mjølnir møtast í steypafinaluni. ÍF hevur vunnið greipuna tríggjar ferðir, í 2001, 2003 og 2009, men hinvegin vann Mjølnir bæði í 2007 og 2006 steypafinaluna á ávikavist ÍF og Fleyr, ið blivu meistarar tey árini. Hetta er áttanda finalan hjá Mjølni, sum tríggjar ferðir hevur verið steypavinnari, og ÍF, sum er við fyri sjeyndu ferð, hevur vunnið finaluna fýra ferðir.

? Vit sleppa neyvan undan at roknast sum stórfavorittar, og tí renna vit heldur ikki undan. Men hetta er ein finala, har alt kann enda, sigur Rúni Weihe, liðformaður hjá oddaliðnum, ÍF, sum í Eik-liguni er heili sjey stig framman fyri Mjølnir, ið er sterkasti avbjóðarin.

At bara tveir bóltar hava verið á muni millum ÍF og Mjølnir í sjey av teimum 19 settunum, liðini hava spælt ímóti hvørjumøðrum í vetur, vil liðformaðurin hjá Mjølni fegin brúka til egnan fyrimun: ? Satt at siga, so haldi eg slett ikki, at ÍF er so nógv betri enn vit. Sunnudagin skuldu vit havt koppað teimum, men gjørdu tað ikki, so kanska vit nú gera tað í steypafinaluni í staðin, sigur Thorvald Danielsen.

Steypafinalan hjá monnunum byrjar klokkan 15.30.