Eftirlitsfólk hjá IAEA eru aftur í Iran

- Fyrsta liðið av IAEA-eftirlitsfólki er aftur í Iran, og vit eru í holt við at byrja okkara arbeiði aftur, sigur Rafael Grossi

Leiðarin í altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, Rafael Grossi

Kjarnorkueftirlitsfólk eru nú aftur í Iran.

 

Tað upplýsir leiðarin fyri altjóða kjarnorkustovnin, IAEA, Rafael Grossi, yvirfyri Fox News.

 

- Fyrsta liðið av IAEA-eftirlitsfólki er aftur í Iran, og vit eru í holt við at byrja okkara arbeiði aftur, sigur hann.

 

Eftir at Ísrael og USA í juli lupu á iransk kjarnorkuverk, setti Iran eftirlitsarbeiðið hjá IAEA á "pausu".

 

Orsøkin var, søgdu iransku myndugleikarnir, at altjóða kjarnorkustovnurin ikki vildi fordøma álopini hjá Ísrael og USA.

 

 

 

 

 

Leiðarin í altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, Rafael Grossi