Seinnapartin klokkan 14.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið HM-undankappingardyst móti Georgia á David Petriashvili leikvøllinum í Tblisi.
Tá liðini hittust á Tórsvølli 18. apríl vunnu Føroyar 1-0. Anna Brændstrup skoraði sigursmálið heilt móti dystarenda.
Vinna Føroyar á Georgia, og laga úrslitini í hinum bólkunum seg, so sleppa okkara at spæla røkkstøkk dystir um at sleppa til HM-endaspælið í Brasil, ið verður leikt á sumri komandi ár.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru púra jøvn.
Oddsini upp á georgiskan heimasigur liggja millum 2,40 og 2,60.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 2,48 og 3,20.
Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 2,46 og 2,75.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













