Myndatekstur: Kim Jong-un og Xi Jinping á fundi í Beijing í fjør. Xi Jinping fer í komandi viku á almenna vitjan í Norðurkorea. Mynd: Str/Ritzau Scanpix.

Xi Jinping vitjar Norðurkorea í komandi viku

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, fer í komandi viku á sjáldsama vitjan í Norðurkorea eftir innbjóðing frá norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un.

Myndatekstur: Kim Jong-un og Xi Jinping á fundi í Beijing í fjør. Xi Jinping fer í komandi viku á almenna vitjan í Norðurkorea. Mynd: Str/Ritzau Scanpix.

Tað boða kinesiskir statsmiðlar frá fríggjamorgunin.

 

Vitjanin verður 8. og 9. juni. Tað er kinesiska sjónvarpsstøðin CCTV, sum upplýsir, at Xi Jinping hevur tikið av innbjóðingini frá Kim Jong-un um eina almenna statsvitjan.

 

Enn er ikki greitt, hvat verður á skránni undir vitjanini.

 

Kina er týdningarmiklasti sameindi hjá Norðurkorea og hevur í nógv ár veitt landinum bæði diplomatiskan og politiskan stuðul.

 

Sambært AFP eru vitjanir hjá kinesiskum forsetum í Norðurkorea sjáldsamar. Seinast Xi Jinping vitjaði landið var í 2019. Áðrenn tað hevði eingin kinesiskur leiðari verið á vitjan síðani 2005.

 

Reuters skrivar, at Kina hevur arbeitt fyri at styrkja sambandið við Norðurkorea, eftir at landið hevur knýtt tættari bond við Russland.

 

Norðurkorea hevur millum annað sent hermenn og vápn til stuðuls fyri russisku innrásini í Ukraina.

 

/Ritzau/

 

 

 

Myndatekstur: Kim Jong-un og Xi Jinping á fundi í Beijing í fjør. Xi Jinping fer í komandi viku á almenna vitjan í Norðurkorea. Mynd: Str/Ritzau Scanpix.