Ógvusligt álop: Russland sendir hóp av rakettum ímóti Ukraina

Talið av deyðum veksur í Ukraina undir hørðum russiskum álopum á Kyiv og aðrar stórar býir sambært Reuters.

 

Russland hevur í morgun framt eitt hart álop á Ukraina við dronum, hypersoniskum rakettum og krússrararakettum.

Nógv fólk eru deyð, og nógv eru særd, verður sagt úr Ukraina.

Tað eru loftávaringar kring stórar partar av landinum.

Sambært urkrainska forsætisráðharranum, Denys Sjmyhal, eru russisku álopini vend ímóti kritiskum undirstøðukervi og stovnum.

Fleiri ukrainskir býir hava sambært fyribils upplýsingum verið mál, teirra millum høvuðsstaðurin Kyiv, Lviv, Dnipro og Kharkiv.

Seinast er boðað frá, at tvey fólk eru deyð og fleiri særd í Odesa eftir eitt russiskt álop ímóti einum skúla.

Í Dnipro er ein føðistova og ein handilsmiðstøð álopin, upplýsa embætisfólk á staðnum. Fýra fólk doyðu har, og tíggjutals hava fingið skaða.

Lviv í vestara partinum av Ukraina varð rakt tíðliga í nátt, og í morgun eru nýggjar frásagnir um spreingingar í býnum.

Ein persónur er deyður í Lviv og trý særd, eftir at ein rakett hevur rakt ein íbúðarbygning.

Ein talsmaður fyri loftvápnið í Ukraina sigur, at fleiri av russisku álopsvápnunum – hypersoniskar rakettir, krússararrakettir og ballistiskar rakettir – eru ógvuliga truplar hjá ukrainsku loftverjuni at skjóta niður.

Russisku álopini koma fáar dagar eftir, at tað eydnaðist Ukraina at søkka eitt størri russiskt krígsskip á hálvoynni Krim.

/ritzau/Reuters