Oljuspill í Skopunar Havn

2.400 litrar av gassolju fóru á sjógv í Skopunar Havn, tá ein tangabilur hjá Shell í gjárkvøldið læt Teistanum olju. Farið varð skjótast gjørligt at taka oljuna uppaftur

Oljuspill

Bilførarin á bilinum setti slanguna á inntakið til smyrjioljutangan í staðin fyri gassoljutangan, og tískil var gassolja latin í skeivan tanga. Smyrjioljutangin tekur bert 600 litrar, meðan gassoljutangin tekur túsundtals litrar, og sostatt rann olja á sjógv, tá smyrjuoljutangin, sum fyltist skjótt, var fullur.
Bæði Strandferðslan og P/F Føroya Shell boðaðu beinanvegin frá oljuspillinum, og Sløkkiliðið í Havn fór til Skopunar at royna at taka oljuna uppaftur saman við fólki á staðnum.
P/F Føroya Shell harmast óhappið og sambært reglum, sum eru galdandi fyri alt Shell-samtakið, verður sett í verk ein innanhýsis kanning av óhappinum. Shell hevur ein strangan umhvørvispolitikk, og slíkt verður tikið í sera stórum álvara.