- Tørvurin á einum nýggjum Hvalbiartunli er ómetaliga stórur og nærmast ótolandi. Í Hvalba hava vit fleiri skip og virkir - ikki minst TG Seafood - sum hava tørv á tungum flutningi. Umstøðurnar eru serstakliga vánaligar í mun til tann tørv, vit hava.
Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, sum vísir á, at vinnulívið í Hvalba skapar rættiliga stór virðir, bæði til tey fólk, sum búgva í kommununi og í Suðuroy sum heild, men so sanniliga eisini virðir til alt tað føroyska samfelagið.
- Tey skip og virki, sum vit hava her í Hvalba, selja fyri væl meira enn 200 miljónir krónur um árið. Hetta er nógv meira enn ein nýggjur tunnil kostar.
Borgarstjórin vísir á, at alivinnan nú eisini nærkast kommununi við stórum fetum, tó at hann kundi ynskt sær, at øll viðurskifti við alingini longu nú vóru undir landi.
- Viðskiftini við vánaliga tunlinum eru púrasta burturvið, tá hugsað verður um alla ta tungu ferðslu, sum gongur gjøgnum tunnilin. Tað skulu spesialbygdir og niðursenkaðir bilar til at flyta 40 fót stóru bingjurnar, sum TG Seafood brúkar.
Trúgvi Gudmundarson sigur, at tá slíkur flutningur er í tunlinum, krevst serligt loyvi til flutningin, eins og neyðugt er við fylgjarabili, og tá slíkur flutningur er, kann eingin onnur ferðsla vera í tunlinum samstundis.
Hann vísir á, at bæði hæddin og breiddin í tunlinum er ein trupulleiki. Haraftrat er sýnið inni í tunlinum ofta sera vánaligt, serliga Trongisvágs-megin, og tað er bara reint hepni, at vanlukkur ikki eru gerandiskostur.
- Tey, sum kenna umstøðurnar, ferðast við varsemi og taka atlit til ta ferðslu sum er. Truplari kann vera hjá teimum, sum ikki so ofta ferðast um hesar leiðir.
Borgarstjórin vísir á, at Hvalbiartunnilin er trongur, skiftin og mangan fullur av útstoytsroyki, sum serliga hópar seg um við endan Trongisvágs-megin.
- Hvalbiar kommuna fer at biðja um fund við Landsverk um at gera neyðugar og tiltrongar betringar, og partur av hesum er, at tunnilin verður vaskaður oftari. Eingin ávaringarskipan er sum sigur frá, hvussu inniluftin í tunlinum er, og her eru eingir bummar sum kunnu steingja tunnilin av, um ringast vil til, og vanlukka hendir.
Borgarstjórin sigur, at her er snøgt sagt eingin trygdarmekaniska, og hetta er ótolandi, bæði fyri vanligar borgarar, sum brúka tunnilin - og fyri vinnulívið, ið eigur tungu ferðsluna.
Sambært langtíðarætlanini skal arbeiðið at byggja nýggjan Hvalbiartunnil byrja í 2018, men Trúgvi Gudmundarson sigur seg inniliga vóna, at henda verkætlan verður framskundað.