Føroyski U21 landsliðsmálverjin hevur seinastu dagarnar verið á venjingarlegu við Brøndby IF í Dubai. Á ferðini hevur Brøndby IF spælt tríggjar venjingardystir, men tað hevur verið uttan Kristian Joensen á vøllinum.
Brøndby IF hevur spælt móti Flota Swinoujscie, Shakhtar Donetsk og Dynamo Moskva. Brøndby vann fyrsta dystin móti Flota, men tapti fyri Shakhtar Donetsk og Dynamo Moskova.
Í næstum verður avgerð tikin um Kristian Joensen fær sáttmála við Brøndby. Um ikki, so er sannlíkt at hann verður málverjin hjá AB, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.