Rættarmálið móti 36 ára gamla føroyinginum, ið fyrr í ár breyt inn í húsini hjá stovnarunum í Coloplast, Niels Peter Louis-Hansen, byrjaði í dag.
Mett verður, at føroyingur kann fáa fimm ára fongsulsrevsing fyri ránið, men hann noktar seg sekan.
Føroyingurin er ákærdur fyri at hava brotið inn í húsini hjá Peter Louis-Hansen, har hann royndi at tvinga Coloplast-eigaran at flyta honum 2,5 milliónir krónur.
Niels Peter Louis-Hansen var í rættinum í dag, har hann greiddi frá, hvussu hann og konan upplivdu støðuna. Tað skrivar TV2.dk.
Hjúnið var júst liðugt við at eta døgurða og ætlaðu at seta seg og hyggja eftir sjónvarpi, tá tey hoyrdu ein hvøllan brest. Stutt aftaná stóðu tey andlit til andlit við føroyingin.
- Tað var ikki einki annað at gera, enn at vera bangin, endurgevur TV2 mannin fyri at siga, ið greiður frá, at tey vórðu biðin um at leggja seg niður á gólvið. Føroyingurin var í einari myrkari hettu og hevði okkurt, ið líktist einum pistóli í hondini.
- Síðani tók hann ein brævbjálva fram og segði á góðum enskum: ”Les hetta”.
Í brævinum var eitt krav um 2,5 milliónir krónur, ið skuldi vera eitt endurgjald til eina japanska gentu, hvørs systur og mamma vóru deyð í eini ferðsluvanlukku, sum Niels Peter Louis-Hansen fekk skyldina fyri. Um so var, at tey sýttu at rinda peningin, so hevði gentan leiga ein sniðdrápsmann at drepa Niels Peter Louis-Hansen.
Coloplast-eigarin valdi at eftirlíka kravinum, hóast hann ikki kendi til søguna. Tá peningurin varð fluttur, fór føroyingurin sína leið. Stutt aftaná fekk løgreglan boð um innbrotið og maðurin varð skjótt tikin.
Í rættinum varð upplýst, at løgreglan seinni fann brævið á telduni hjá føroyingunum, umframt at peningurin var fluttur á hansara bankakonto.