Ein dystur var í kvøld leiktur í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Undir Mýruhjalla á Skála tók heimaliðið móti KÍ.
KÍ vann stórsigur 6-1. Durita Hummeland skoraði fýra tey fyrstu málini hjá KÍ. Skála ÍF megnaði at javna til 1-1, men eftir tí var tað KÍ sum hevði tamarhald á dystinum.
Skála ÍF-KÍ 1-6 (1-3)
0-1 Durita Hummeland (23.)
1-1 Arnfríð Jacobsen (32.)
1-2 Durita Hummeland (35.
1-3 Durita Hummeland (44.)
1-4 Durita Hummeland (63.)
1-5 Heidi Sevdal (66.)
1-6 Helga Mikkelsen (88.)
Kelda: dystir.fo
HB er fremst við 39 stigum. KÍ hevur 34 stig á øðrum plássinum. Víkingur hevur 24 stig. Skála ÍF er aftast við 10 stigum.










