Nú er veruligur spenningur komin í FM-stríðið í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Oddaliðið, HB megnaði bert javnleik 0-0 móti Skála ÍF undir Mýruhjalla á Skála.
Samstundis vann KÍ 2-0 (1-0) á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu. Verandi FM-vinnararnir eru nú bert trý stig aftanfyri HB.
Fríggjakvøldið 28. august møtast KÍ og HB á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Skála ÍF-HB 0-0
Víkingur-KÍ 0-2 (0-1)
0-1 Maria Vinjardsdóttir Johansen (29.)
0-2 Durita Hummeland (79.)
Kelda: dystir.fo
HB er fremst við 40 stigum, og KÍ hevur 37 stig. Víkingur hevur 24 stig, meðan Skála ÍF er aftast við 11 stigum.











