Enn er spenningur um meistaraheitið í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.
Tað gekk akkurát hjá oddaliðnum, KÍ at knógva ein 1-0 sigur á Víkingi. Sólja Ernstsdóttir (myndin) skoraði sigursmálið heilt móti dystarenda.
Á ovara vølli í Gundadali í Havn var NSÍ aftanfyri bæði 0-1 og 1-2, men tær megnaðu at svara aftur, og at vinna dystin 3-2.
KÍ-Víkingur 1-0 (0-0)
1-0 Sólja Ernstsdóttir (88.)
HB-NSÍ 2-3 (1-0)
1-0 Súsanna Laksáfoss Godtfred (17.)
1-1 Julia Naomi Mortensen (47.)
2-1 Fríða Jakobsen (59.)
2-2 Julia Naomi Mortensen (64.)
2-3 Brá Zakariasardóttir (68.)
Kelda: dystir.fo
Nr | LIÐ | ST | DS | VD | JD | TD | MF | MÍ | MM |
1. | KÍ kv. | 48 | 4 | 4 | 0 | 0 | 97 | 10 | 87 |
2. | NSÍ kv. | 45 | 4 | 3 | 0 | 1 | 99 | 16 | 83 |
3. | HB kv. | 34 | 4 | 1 | 0 | 3 | 62 | 27 | 35 |
4. | Víkingur kv. | 28 | 4 | 0 | 0 | 4 | 48 | 26 | 22 |