Sjómansvísurnar koma møguliga til sjóndar, tá ið Páll Finnur Páll leita sær umborð á Norrønu til ársins ungdómstúr. Páll Hammer greiður frá ókendu síðuni hjá Føroya populerasta bólki. Tá ið Norrøna loysir frá kei 18. apríl verður tað millum annað við Páll Finnur Páll, sum skulu undirhalda teimum mongu ungu, sum leita sær umborð at hugna sær á ársins ungdómstúri. Hendan túrin teljast menninir í Páll Finnur Páll helst millum elstu siglandi gestirnir, men Páll Hammer heldur, at hetta er eitt fínt høvi hjá teimum, at sleppa ein slíkan túr.
-Vit høvdu ongantíð kunna farið, um vit ikki skuldi spælt, tí vit eru kanska ov gamlir. Men tað er feitt, at vit nú hava eina grundgeving fyri at fara við, sigur Páll Hammer.
Ikki ókendi á sjónum
Í teirra fúlu, festiligu og freku sangum er ikki nógv, sum bendir á, at Páll Finnur Páll hava slitið sínar barnaskógvar á fiskiskipi. Men kortini er veruleikin ein annar.
-Serliga Páll Oddur hevur roynt lívið umborð. Hann mann hava siglt einar 10
túrar íalt, bæði styttri og longri. Eg sjálvur varð so heppin at sleppa í
praktik við einum trolara, men tað telur ikki ordiliga við, sigur Páll Hammer.
Og sum vera man, so eru eisini nakrir sangir komnir burturúr árunum á sjónum.
-Páll Oddur hevur gjørt nakrar sjómanssangir, eftir hansara tíð umborð, men vit hava ongantíð útgivið teir ? og tað fara vit allarhelst ikki, sigur ein skemtandi Páll Hammer.
Kunnu vænta sær øll hittini
Í tríggjar dagar siglir Norrøna sín árliga ungdómstúr, sum á hvørjum ári hevur hundraðtals ungar føroyingar umborð. Hetta er fyrsta árið at Páll Finnur Páll teljast millum livandi undirhaldið umborð.
-Vit hava hoyrt, at tað altíð er gott lív í umborð, tá ið ungdómstúrurin er, og vit fara eisini at gera okkara til, at lagið hjá teimum ungu verður framúr, sigur Páll Hammer.
Hann slær fast, at øll hittini hjá Páll Finnur Páll verða at hoyra, umframt onkur løg, sum verða á komandi fløguni.
Spurningurin er, um sjómansvísurnar hjá PFP koma til sjóndar, tá ið teir aftur leita sær út á opið hav.