Higartil hava sýsluskrivstovurnar kring landið útskrivað passini, í Havn tó Fútaskrivstovan. Men frá 1. oktober verða øll føroysk pass útskrivað í Danmark.
Fólk skulu tó framvegis venda sær til lokalu sýsluskrivstovuna og í Havn til Fútaskrivstovuna at biðja um pass.
Í passunum, sum vit higartil hava havt, eru upplýsingarnar um persónin skrivaðar í hond, men frá 1. oktober skulu hesar upplýsingar laminerast millum tvær klárar síður, og hvørki fútaskrivstovan ella sýsluskrivstovurnar hava útgerð til hetta arbeiði enn.
Grundgevingin fyri broytingini er størri trygd. Nógvastaðni kann passeftirlitið lesa passið inn elektroniskt, og so verður beinanvegin skrásett, tá fólk koma inn í landið. Á sama hátt sum tá tú fer í peningastovnin við bókini, ið verður lisin elektroniskt.
Henda broytingin fyri at økja um trygdina byggir á eittt krav úr Amerika, at fólk skulu hava slík pass fyri at sleppa inn í ríkið.
Fútaskrivstovan sigur, at bíðitíðin at fáa pass nú kann væntast at verða longuri enn áður.
Broytingin merkir ikki, at vit fáa ES-pass sum danir. Passið verður bara gjørt við somu útgerð, men vit fara framvegis at hava grøn pass.