Politikkur er kenslur

Uppvoksin undir kalda krígnum lærdi Bjarni Djurholm seg tíðliga at taka støðu til politisk viðurskifti.

Bjarni Djurholm er ikki longur politikkari. Hann valdi ikki at stilla upp aftur til løgtingsvalið, og tí stóð hansara navn ikki á atkvøðuseðlinum, tá dyrnar á valhølunum lótu upp týsmorgunin.

 

Í mikudagssosialinum, sum er borin út í hvørt heim, er ein longri samrøða við Bjarna Djurholm, har hann greiðir frá síni avgerð um ikki at stilla upp og síni politisku yrkisleið annars.

 

Hann greiðir frá, at alt byrjaði í Kollafirði. Uppvoksin í kalda krígnum og stríðnum millum frælsa vesturheimin og kommunistisku londini handan jarntjaldið, byrjaði Bjarni Djurholm tíðliga at taka støðu til samfelagsviðurskifti.

 

- Eg var tannáringur í 70’unum og fylgdi væl við, hvat fyrifórst um okkum, stríðið millum kapitalismuna og sosialismuna. Eg haldi tí, at kimin til mítt politiska lív liggur longur afturi. Á onkran hátt er politikkurin íborin, at longu frá tú ert smádrongur, hevur tú áhuga í politikki. Soleiðis var eisini hjá mær. So langt aftur eg minnist, havi eg lurtað eftir orðaskifti í politikki, greiðir hann frá.

 

Tað tók ikki langa tíð, áðrenn Bjarni Djurholm gjørdist aktivur í Fólkaflokkinum, eftir at hann var fluttur til Havnar sum 16 ára gamal, og longu árið eftir var hann sín fyrsta uttanlandstúr fyri Fólkaflokkin, á ráðstevnu í Íslandi. Hann gjørdist formaður í ungmannafelagi floksins, sum tá æt Viljin og var virkin í politiska kjakinum.

 

- Vit vardu tey sjónarmið, vit trúðu á og hildu vera røtt. Eg haldi, at politikkur hevur nógv við kenslur at gera, kanska enntá mest við kenslur at gera. Vit seta orð á okkara kenslur gjøgnum okkara politisku sannføring, sigur Bjarni Djurholm.

 

Les alla samrøðuna í mikudagssosialinum, sum varð borin út í hvørt heim í dag.