Premier League leysasøgur

Miðlarnir í Onglandi gera nógv burtur úr, at flytingarvindeyga er opið nú í januar. Onkrar flytingar hava longu verið. Aston Villa hevur keypt Jean Makoun fyri yvir 50 milliónir krónur, Newcastle hevur keypt Hatem Ben Arfa fyri áleið eins nógvar pengar, meðan Manchester City hevur keypt Edin Dzeko fyri umleið 240 milliónir krónur.

 

Maðurin sum flestu miðlarnir tosa um í løtuni, er Sunderland framherjin, Darren Bent. Sambært SkySports, so hevur Aston Villa bjóðað millum 160 og 215 milliónir krónur fyri 26-ára gamla framherjan. Fleiri viðmerkjarar halda, at tað er ein alt ov høgur prísur at gjalda fyri Darren Bent, men tølini vísa at Darren Bent dugur væl at skjóta mál. Síðan hann í 2005 skifti til Charlton og kom at spæla í Premier League hevur hann skorað 81 mál. Tað eru bara Wayne Rooney og Didier Drogba, ið hava megnað at skora fleiri mál í tí tíðarskeiðinum. Teir hava skorað 82 mál í part.

 

Eisini Liverpool leitar sær eftir einum framherja, men sambært SkySports og øðrum miðlum, so hava teir vent eyguni móti Luis Suarez, sum spælir í Ajax í Hollandi. Ajax sigst vilja hava umleið 240 milliónir fyri 23-ára gamli framherjan, men Liverpool eru als ikki áhugaðir at gjalda so nógv, men heldur vilja senda Ryan Babel hinvegin. Millum aðrar leikarar, ið Liverpool eru áhugaðir í eru Aston Villa leikararnir, Ashley Young og Stewart Downing, umframt Bayern Munchen miðvallarin, Mark Van Bommel.

 

West Ham leiðslan hevur nú alment sagt, at Avram Grant verður sitandi sum venjari. Tað hava annars verið fleiri søgur frammi, ið hava sagt at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn Avram Grant verður koyrdur. West Ham sigast vera áhugaðir í at fáa Joe Cole frá Liverpool. Joe Cole er uppvaksin í West Ham og spældi við Chelsea, tá Avram Grant var venjari hjá teimum.

 

Millum heldur farvuríku leysasøgurnar er Thierry Henry. Onkrar keldur vilja vera við, at Sven Göran Eriksson roynir at lokka fyrrverandi Arsenal og Barcelona framherjan til Leicester, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi. Her er talan um at leiga Henry í seks vikur til kappingin byrjar aftur í USA, har Henry hevur sáttmála við New York Red Bulls.