Putin eigur at fáa eina nazi-lagnu

Tað heldur bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, sum fer at halda røðu í London í dag.

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, sigur sambært Sky News, at russiskir hernaðarleiðarar eru líka sekir í innrásini í Ukraina sum forsetin, Vladimir Putin.

 

- Bæði hernaðarleiðararnir og forsetin eiga at koma at kenna avleiðingarnar av tí, teir hava gjørt, heldur verjumálaráðarrin.

 

Í einari røðu í dag fer Ben Wallace væntandi at siga, at Vladimir Putin og hansara nærmasti skari eiga at fáa somu lagnu, sum nasistarnir fingu fyri sínar ræðuleikar undir seinna heimsbardaga.

 

Bretski verjumálaráðharrin fer væntandi eisini at lýsa russisku innrásina í Ukraina sum ólógliga og sum álop á ósek fólk og teirra heim.

 

- Innrásin og ræðuleikarnir bevíst móti kvinnum og børnum oyðileggja tað ummæli, sum Russland einaferð varð so errið av, tá teir - sum teir hátíðarhalda í dag, hin 9. mai - sigraðu á nasistunum.

 

Hesar útsagnir hjá bretska verjumálaráðharranum koma í samband við, at Russland í dag fer at hátíðarhalda sigursdagin á Reyða Torginum í Moskva við stórari hernaðarsýning.