Rein sponsk finala

Eftir fyrru hálvfinalunum at døma, verður finalan í UEFA Champions League ein innanhýsis sponsk uppgerð

Heldur óvæntað er nú líkt til, at teir báðir finalistarnir í europeisku meistarakappingin verða Real Madrid og Valencia, sum bæði vunnu sannførandi í fyrru hálvfinalunum, sum vórðu leiktar týs- og mikukvøldið.


Barcelona hevur ein trupulleika

Týskvøldið hittust Valencia og Barcelona.

Flestu fótbóltsserfrøðingar vildu helst vera við, at Barcelona mundi vera favorittur at koma víðari úr hesi hálvfinaluni, men tá avtornaði høvdu catalanararnir fingið ein orduligan avsmurning.

4-1 varð úrslitið, og tá samanum kemur, var hetta kanska slettis ikki so óvæntað.

Seinnu árini hevur Valencia nevnliga havt til fragd at vinna greiðar sigrar á Barcelona, og serliga hevur tað verið Gustavo Lopez, sum hevur gjørt um seg í hesum dystum.

Hesu ferð skeyt Lopez bert eitt mál, men harafturímóti var talan um eitt sera týdningarmikið mál, tá hann stutt fyri leiklok økti upp í 4-1.

Seinasta málið viðførdi í øllum førum, at tað nú verður nógv torførari hjá Barcelona at vinna samanlagt á Valencia, tá liðini aftur hittast á Camp Nou.

Í fjórðingsfinaluni vísti Barcelona annars rættan klassa, tá tað eydnaðist teimum at venda 3-1 tapinum móti Chelsea, men av mongum verður tapið móti Valencia mett sum ógjørligt at venda.

Annars skeyt Angulo tvey mál fyri Valencia, meðan Mendieta setti eitt brotsspark í netið. Málið hjá Barcelona var sjálvmál.


Real enn einaferð

Real Madrid hevur metið, tá tosað verður um sterkastu europeisku kappingina.

Sjey ferðir hevur kongaliga spanska felagið verið best í Europa, seinastu ferð fyri tveimum árum síðani.

Hóast søgan sostatt peikaði á Real Madrid, so var einki at taka seg aftur í, at Bayern München vóru favorittar at vinna samanlagt á Real Madrid. Hetta var serilga grundað á úrslitini í bólkaspælinum, har úrslitið samanlagt varð 8-3 til týska felagið.

Hetta kann framvegis eydnast, men uppgávan gjørdist í øllum førum munandi truplari, eftir at mikukvøldið eydnaðist Real at vinna fyrru hálvfinaluna 2-0.

Franska problembarnið, Nicolas Anelka, legði fyri longu í 4. minutti, tá hann hegreiddi eina sending frá Raul í netið.

Skjóta málið hevði eisini við sær, at spaniólarnir rættuliga fingu gongd á spælið, og í roynd og veru kundi sigurin væl verið størri enn tvey mál.

Seinna málið kom, tá 34 minuttir vóru leiktir. Michel Salgado og Raul spældu seg við 1-2 spælið inn um týsku verjuna, og hart kroystur kom Jens Jeremias at beina bóltin í egið mál.

Nærmasta týska liðið kom einum máli, var tá Tarnat skeyt vandamikið fríspark úr stórari fjarstøðu, men harða skot hansara fór beint framvið spanska málinum.

Sostatt er líkt til, at talan aftur í ár verður um ein finaludyst fyri meistaralið, har hvørki av liðunum er komið við sum meistari.

Fyrstu ferð hetta kom fyri var í fjør, tá Manchester United og Bayern München leiktu finaludystin. Bæði vóru tey árið fyri endaði sum nummar tvey í heimligu kappingini.