Fótbóltur
Tað er neyvan nakar ivi um, hvat kjakið snýr seg um, tá tosað verður um dystin í Gundadali sunnudagin. Reyða kortið, sum Jákup Mikkelsen fekk eftir 43 minuttum festi eld í sinnið bæði á og uttan fyri vøllin.
Í fyrstu atløgu fekk Jákup Mikkelsen kort, tí hann kom rennandi út at siga dómaranum sína hugsan um tacklingina, sum Símun Joensen hevði givið Herbert í Lon Jacobsen. Jákup hevði tó ikki fingið orðið upp, fyrr enn fyrra gula kortið varð slongt eftir honum, og tá hann so segði sína hugsan um hetta, rak Petur Reinert málverjan av vøllinum.
Dómarar hava ta reglu, at teir bíða 48 tímar, áðrenn teir úttala seg um dømingina í einstøku dystunum, og tí fekst Petur Reinert ikki at gera viðmerkingar.
- Jákup veit væl, hví hann fekk reyða kortið. Annars havi eg ongar viðmerkingar fyrr enn mikudagin, var tað einasta, sum hann vildi siga um hendingina. Men heilt so sparin við orðunum var B36-venjarin, Kurt Mørkøre, ikki.
- Sum eg havi sagt. Tá dómarin hevur bestemmað áðrenn, hvør skal vinna dystin, so er tað forbannað ringt hjá B36 at gera nakað, segði hann við kykmyndirnar hjá portalinum eftir dystin.
Og fyri eygnavitnini tóktist talan í øllum førum vera um eina sera bráðsinta avgerð frá dómaranum. Eina avgerð, sum hann uttan iva hevur sínar orsøkir at halda fast í. Men sum samstundis gjørdi uppgávu hansara seinastu 47 minuttirnar óneyðuga trupla. Og í øllum førum ein avgerð, sum í ævir kann diskuterast sum vigan millum paragraff-ryttarí og pli fyri spælinum.
Skil á KÍ
Gjørdist upggávan truplari fyri dómaran, so gjørdist hon tað eisini fyri B36. Fyrri hálvleikur hevði í aðrar mátar gingið mest sum eftir vild hjá oddaliðnum. Við vanligu uppskriftini, har tol, trygt verjuspæl, hart arbeiði og kvikleikin hjá Sylla teljast millum týdningarmestu komponentarnar, tóktust teir enn einaferð stevna móti trimum stigum. Klaksvíkingar vóru vandamiklir við deyðbóltum, men meira enn tað sama gjørdist tað ikki til, og tá Mikkjal Thomassen kanóneraði tvørbólt frá Sylla í meskarnar úr 16 metrum, vendi alt rætta vegin.
Sammett við KÍ-liðið, sum fyrsta partin av kappingini var í svárari kreppu, so er skipanin á bláa liðnum í dag nakað nógv betri. Og tað gav eisini liðnum møguleikan at gagnnýta støðuna, nú teir vóru í yvirtali. Ikki minst tí innskiftingin av Denni Conteh, sum tó noyddist út eftir bert fimm minuttum, broytti uppstillingina til nakað, sum líktist 4-2-4.
Við B36 í verjustøðu gjørdist talan frá fyrsta bríksli av seinna hálvleiki um trýst frá KÍ, og eftir 20 minuttum hevði hetta eisini kastað tvey mál av sær. B36 hevði annars hildið KÍ frá fatinum, men tá Ovi Nysted fyrst javnaði úr spískum og stuttari fjarstøðu, tótkist skipanin á liðnum eina løtu fara. Og tað gjørdi Clapson sær dælt av, tá hann fekk tí at snara sær, áðrenn hann við góðum skoti langaði bóltin í meskarnar.
Ræðandi kropsstyrki
At B36 kortini megnaði at stríða seg til eitt stig, hevur fyrst og fremst tvær orsøkir. Onnur var, at Kurt Mørkøre, sum annars eisini varð ripaður út um girðingina í heitu løtuni fyri steðgin, spenti álopsbogan nógv. Í leitanini eftir sigrinum varð kompakta 4-5-1 uppstillingin broytt til 3-3-3!, og hetta sendi undirhaldsvirðið í dystinum væl uppeftir barometrinum.
Og hartil sýndi B36 eina mest sum ræðandi kropsliga styrki. Sum minuttirnir gingu, var tað fyrst og fremst KÍ, sum sýndi troyttleikatekin. Ikki minst framdi Klæmint Matras eitt mest sum ófatuligt arbeiðsavrik á miðvøllinum. Og saman við drúgvu Fróða Benjaminsen og Inga Højsted. Støðugt avbjóðandi Johan V. Gunnarsson og Santos og so sjálvandi hóttanin frá Sylla kom B36 alt nærri útjavningini.
Tá hendan kom, var talan tó um eitt brotsspark av tí heldur óneyðuga slagnum. Heldur enn at fremja fríspark – og ivaleyst fáa sær gult kort – uttan fyri brotsteigin, royndi Kaj Ennigarð at tackla Sylla, tá hesin hevði runnið gøtumannin hjá KÍ av, og tað kostaði. Brotssparkið sendi Fróði Benjaminsen í netið, og so setti B36 øll segl til í royndini eftir øllum stigunum.
Tað var eisini um reppið, at hetta gav úrslit, men Kenneth Jacobsen var ikki nóg kaldur, tá Sylla hevði gjørt forarbeiði og stóð til reiðar at fáa bóltin aftur. Og ístaðin kundi KÍ so iðra seg mest. Í seinasta kontra-álopinum skreiddi Herberg í Lon í fullari ferð beinini undan Kristoffur Jacobsen, og so var tað upp til Heðin á Lakjuni at skjóta øll stigini norðureftir. Jóan Pauli Jacobsen hevði tó lúrt KÍ-liðskiparan av, og so var tað ístaðin hann, sum fekk fagnaðarrópini frá áskoðarunum eftir dystin.