Robert er fuglfirðingur, foreldur hansara vóru Anna Elisabeth og Poul Øregaard. Robert gjørdist faðirloysingur 8 ára gamal, tá ið pápin doyði í druknivanlukku við Stórubrúgv í Fuglafirði.
Robert var heilt ungur, tá ið hann fór til Klaksvíkar at læra til blikksmið. Hann lærdi í blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum. Erling Høgnesen, sum eisini var ættaður úr Fuglafirði, var meistari, og har var nógv fólk í arbeiði.
Í Klaksvík hitti Robert Ruth hjá Giddu og Jens Christian Simonsen ella Jens Christiani í Toft, sum hann varð nevndur. Ruth og Robert giftust, og tey eiga fýra børn, tríggjar gentur og ein drong: Marni býr í Runavík, Gidda í Kaldbak, Anna í Porkeri, og Christina býr í Skovlunde í Danmark. Ruth og Robert eiga trettan ommu- og abbabørn og tríggjar longommu- og langabbadøtrar.
Robert hevur heilt frá ungum av nýtt sína frítíð til kristiligt arbeiði, og viðhvørt hevur hann verið í fulltíðartænastu fyri Harran, sum hann hevur vitnað um frá heilt ungum.
Í Betesda í Klaksvík høvdu teir í fimmti árunum bátin Sendiboðið, sum teir sigldu bygd úr bygd við og hildu møtir. Tá var Robert ofta við. Tá ið Brynleif Hansen í 1965 og í 1966 stóð fyri barnalegum við Áir, vóru Ruth og Robert millum tey, sum tóku dyggiliga undir við honum og hjálptu til, og tey hava síðani mangan verið í Vatnsoyrum og hjálpt til í Zarepta. Robert hevur ofta tænt í tí stilla, og hann hevur dugað væl at nýtt sítt handverk í kristiligum verki.
Tey seinastu nógvu árini hevur Robert ferðast við hjálp úr Føroyum til Eystureuropa. Tey fyrstu árini var tað til Pólland, og tey seinnu árini hevur tað serliga verið í Rumenia, at Robert hevur vitjað við praktiskari hjálp og Guds Orði ? bæði við Bíblium og við at luttaka á møtum og samkomum og við at vitja í heimum. Hann hevur verið har eysturi kanska einar 100 ferðir. So væl kendur er hann á hesum leiðum, at ein smádrongur har er uppkallaður eftir honum.
Tað eru nógvir føroyingar, ið hava verið saman við Roberti í Rumenia, við bíblium, klæðum, sjúkrahúsútgerð og øðrum. Tað, sum hevur eyðkent hesar túrarnar, er, at flestu teirra, ið hava verið við, ynskja at fara avstað aftur, og teir eru fleiri, sum saman við Roberti hava verið nógvar túrar. Nú um dagarnar hevur verið frammi í fjølmiðlunum, hvussu lítið føroyingar hava veitt í menningarhjálp, tá ið borið verður saman við onnur lond. Um virðið av tí, ið Robert og onnur hava flutt og givið úr Føroyum til neyðstødd í Rumenia og aðrastaðni, varð gjørt upp í krónum og oyrum, høvdu vit ikki á nakran hátt staðið til skammar.
Robert hevur verið ein sera virkin maður, og tá ið hann og konan hava hildið tað tænt endamálinum at flutt, so hava tey gjørt álvara av tí. Umframt í Klaksvík hava Robert og Ruth, sum altíð hevur stuðlað honum og tað ikki minst í sambandi við hjálpararbeiðið eystureftir, búð í Kollafirði, Tórshavn og í Fuglafirði. Tey hava eisini fleiri skifti verið í Danmark, har tey hava loyst av í Kristnastovu í Keypmannahavn og á Malta í Hirtshals.