Rói skiftir Hallby út við Aarhus

Hoyvíkingurin fer nú at royna seg í donskum hondbólti

Komandi kappingarár fer 22 ára gamli landsliðsleikarin, Rói Ellefsen á Skipagøtu at spæla við Aarhus, ið er triðfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í skrivandi stund.

 

Rói spælir í løtuni við Hallby í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á heimasíðuni hjá Aarhus siga tey seg vera glað og stolt um at fáa Róa til Aarhus. Tey meta hoyvíkingin vera ein fong fyri liðið, bæði í verjukenda og álopskenda partinum av spælinum.

 

Aarhus hevur ein framtíðar málsetning um at vinna seg upp í bestu donsku deildina, og við tíðini gerast millum tey fremstu liðini í Danmark.