Arbeiðið við at finna Ársins arbeiðspláss er nú við at verða liðugt, men enn er ikki greitt um tann stóri dagurin, har vinnarin skal almannakunngerast, er í morgin ella fríggjadagin ? Tað velst um hvør vinnarin er, greiðir Svein Svein Rógvi Nielsen frá. Tvey av virkjunum eru stongd fríggjadagin, so um so er, at vinnarin finnist millum tey bæði, verður úrslitið almannakungjørt í hósdagin, so møguligt er hjá fjølmiðlunum, at vitja tey, sigur hann.
Í finaluni eru eru Tavan í Leirvík, Fiskavirkið í Gøtu og Føroya Fiskavirking í Miðvági. Tvey av hesum hava haft trupuleikar við Arbeiðseftirlitinum, men nú er trygdin í topp, sigur Svein Svein Rógvi Nielsen.
Hann fekk hugskotið til at finna ársins arbeiðspláss, tá hann var við til eitt líknandi tiltak í Danmark, sum SID stóð fyri. Hann helt, at tað eisini átti at verið gjørt í Føroyum. Tískil spurdi hann vegleiðara sín á Tekniska Skúla í Havn, har hann lesur framleiðslutøkni, um hann kundi gera eina líknandi kanning av virkjum í Føroyum, sum part av endaligu uppgávuni.
Hava betrað um umhvørvið
Tey trý virkini, sum eru vald í finaluna eru vald við tveimum grundgevingum. Onnur er, at tey eru væl fyri fíggjarliga ? hetta verður mett sum týdningarmikið, tí tað førur viå sær, at starvsfólkið kennur seg trygt. Hin er, um virkini hava gjørt nakað serligt fyri at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum.
Tavan í Leirvík bleiv millum annað vald, tí her hava tey sett ein fysioterapeut, ið mýkjur vøddarnar hjá starvsfólkunum tvær ferðir um vikuna. Fiskavirkið í Gøtu hevur flutt fiskalinjurnar fyri at betra um arbeiðsstøðuna hjá starvsfólkunum, og á Føroya Fiskavirking í Miðvági hava starvsfólkini fingið arbeiðsborð, ið kunnu hevjast og lækkast, hetta eisini fyri at betra um arbeiðsstøðina hjá teimum.
Nú virkini eru komin í finaluna, verður Ársins arbeiðspláss funnið við hjálp av spurnarbløðum, sum starvsfólkið á virkjunum, hava svara uppá. Hetta eru spurningar um, tey kenna seg trygg, um tey hava arbeitt har leingi, um nøkur viðurskiti áttu at verið annaleiðis og so framvegis.
Verkfallið órógvaði
Svein Rógvi Nielsen er ikke heilt nøgdur við mannagongdinia. Hann vildi fegin havt tíð til at vitja øll virkini, sum høvdu meldað seg til kappingina. Tað hevur ikki verið møguligt, tí umfatandi verkfallið byrjaði dagin eftir, at hann hevði sent brøv út til fyritøkurnar, har hann bjóðaði teimum at vera við í kappingini. Virkini lógu still og tey komu tískil ikki víðari við arbeiðinum, fyrr enn verkfallið var av.
Svein Rógvi Nielsen heldur, at tað er umráðandi, at mannagongdin verður annaleiðis eina aðru ferð, tí vitjanin á virkjunum er tað, sum hevur verið mest gevandi í hesum arbeiði, metur hann í dag.
- Tað er ikki, fyrr enn tú kemur út til virkini, at tú fær nakra hylling av, hvat verður gjørt fyri arbeiðsumhvørvið. Eg havi verið bilsin yvir, at so nógv varð hugsað um arbeiðsumhvørvið á virkjunum, tí eg var sera negativur áðrenn, sigur Svein Rógvi Nielsen. Hann sigur, at trygdin á teimum virkjunum, sum eru í finaluni, er hundrað prosent, og at arbeiðsgevararnir hugsað meira um trygd, enn hann hevdið væntað.
- Tað er møguligt, at vit høvdu fingið eina aðra fatan av øðrum virkjum í Føroyum eisini, tí tað vísur seg so, at leiðararnir á teimum virkjunum, sum vit hava vitja, gera sær tankar um trygdina og arbeiðsumhvørvið ? eg haldi tað er sera keðiligt, at vit ikki fingu vitjað hini, sigur hann.
Sum heild eru starvsfólkini á hesum virkjum glað fyri at vera har, men eru ónøgd við nøkur viðurskifti, sum ganga í gjøgnum á øllum trimum arbeiðsplássum.
- Tey flestu siga, at monotomt og tungt arbeiði eru viðurskifti, sum tey eru ónøgd við. Tað, ið kann gerast, er at flyta fólk runt í framleiðslunim, so tey gera ymiskt arbeiði, men ofta hevur arbeiðsgevarin ilt við at flyta tann skjotasta skerarin eitt annað stað - tað er eisini væl skilligt, at teir hugsa um, at tað skal ganga gott og skjótt, sigur hann.
Føroyar aftanfyri
Sum heild eru føroysku fyritøkurnar langt aftanfyri, tá talan er um arbeiðsumhvørvi.
- Í mun til aðra staðni, verður slett ikki hugsað í hasum banunum, sigur Svein Rógvi Nielsen. Hann heldur tó, at tað er við at broytast, hóast tað enn finnast arbeiðspláss, har leiðslan er líkaglað.
- Leiðsluni væntar ráðgeving og vegleiðing, og møguliga er heldur ikki so nógvur peningur í føroysku virkjunum, som eitt nú teimum donsku. Arbeiðseftirlitið er ein ráðgevandi stovnur, men har eru trý fólk og arbeiðsbeiðsbyrðan eigur at vera stór, sigur Svein Rógvi Nielsen. Hann væntar ikki, at nøkur av teimum fyritøkunum, sum eru komnar í finaluna um Ársins arbeiðspláss, hevði vunni í Danmark, men tó er tað sera týdningarmikið, at hendan kappingin heldur fram.
- Nú hava vit svarini frá starvsfólkunum, og tankarnar hjá leiðsluni, og næsta ár hyggja vit eftir, um tað er gjørt, sum starvsfólkið hevur eftirlýst, og sum leiðslan hevur sagt seg vilja gera, sigur Svein Rógvi Nielsen. Hann vónar, at um kappingin um at verða Ársins arbeiðspláss gerst eitt afturvendandi tiltak, vil tað eggja virkjum at gera nakað fyri arbeiðsumhvørvið og trygdina á arbeiðsplássinum.
Um kappingina
Fyri at vera við í kappingini um ársins arbeiðspláss á ár, skuldi fyritøkan hava minst 25 starvsfólk og arbeiði merkt av at vera fysiskt aktivt. 20 fyritøkur meldaðu seg til kappingina. Tríggjar vóru valdar út og starvsfólkini á hesum fyritøkum fingu eitt spurnarblað við 16 spurningum. Út frá hesum spurnarbløðum verður Ársins arbeiðspláss funnið.
Dómsnevndin:
Í dómsnevndini, sum skal finna ársins arbeiðspláss eru Sakaris Hansen fyri Havnar arbeiðsmannafelag, Hanna Isaksen fyri Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, Ingeborg Vinther fyri Føroya arbeiðarafelag, Kristoffur Olsen fyri Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, eitt umboð fyri Rasmussen & Weihe, og Svein Rógvi Nielsen.