Leygarkvøldið var fult umfar í Okkaradeildini. Serfrøðingar hava mett at einasta liðið, ið avgjørt fer at vinna seg í hálvfinalurnar í vár eru Føroyameistararnir úr H71, meðan fimm lið, Neistin, KÍF, StÍF, VÍF og Kyndil berjast um seinastu trý hálvfinaluplássini.
Hoyr hondbóltspanelið á FM1 meta um dystirnar áðrenn umfarið við at trýsta HER.
Øll hesi seks lið vóru í dysti, og felags fyri allar dystirnar var, at heimaliðini vunnu.
Støðan í Okkaradeildini er soleiðis eftir at liðini hava spælt tríggjar ella fýra dystir
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 4 | 114 | 88 | 26 | 8 |
2 | StÍF | 4 | 111 | 108 | 3 | 6 |
3 | KÍF | 3 | 96 | 76 | 20 | 5 |
4 | Neistin | 4 | 105 | 106 | -1 | 3 |
5 | VÍF | 3 | 80 | 77 | 3 | 2 |
6 | Kyndil | 3 | 74 | 93 | -19 | 0 |
7 | Team Klaksvík | 3 | 73 | 105 | -32 | 0 |
Úrslit í Okkaradeildini um vikuskiftið (Trýst á úrslit fyri dystarfrásøgn)