Rúsan skal ikki hava fleiri deildir fyribils

Vit skulu fyrst vita, hvussu tað ávirkar rúsdrekkanýtsluna, at deild er latin upp við Norðskála

- Vit skulu ikki hava fleiri deildir av Rúsini kring landið, fyribils.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Hann vísir á, a nýliga er ein deild latin upp við Norðskála við Streymin, og hann vil hava at vita, hvørja ávirkan tað hevur, áðrenn støða verður tikin til, at lata fleiri deildir upp.

Endamálið við Rúsuni er, at hon skal tálma nýtsluna. Hinvegin er tað alment viðurkent, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, meiri verður drukkið.

Sostatt kann tað henda, at rúsdrekkanýtslan fer at økjast, hvørja ferð ein nýggj deild letur upp.

Áðrenn støða verður tikin til, um fleiri deildir skulu latast upp, vil Karsten Hansen tí fyrst hava greiði á, hvussu tað fer at ávirkan rúsdrekkanýtsluna, at nýggj deild er latin upp við Norðskála.

- Eg havi varhugan av, at atkomiligheitin hevur ógvuliga stóran týdning fyri nýtsluna. Og tess fleiri deildir, Rúsan hevur, tess lættari er rúsdrekka at fáa fatur á og tískil vil eg havi greiði á, hvussu nýggja deildin við Streymin ávirkar nýtsluna, áðrenn støða verður tikin til at lata fleiri deildir upp.

Hann ásannar kortini, at tað er ein vansi, at vit eru so illa stødd við hagtølum á økinum, men at hetta er nettupp ein spurningur, nýstovnaða Fólkaheilsustovnurin skal taka upp.

Hann sipar til, at Fólkaheilsuráðið, vit hava havt í fleiri ár, skal umskipast til at verða ein fólkaheilsustovnur, sum skal arbeiða við upplýsing og fyribyrging í nógv breiðari høpi enn Fólkaheilsuráðið, gjørdi.