Søguflutningur suðureftir

Stórt føroyskt søgusavn á týskum

Turið Sigurðardóttir, lektari


“Von Inseln weiss ich...” Geschichten von den Färöern.
Givið út og skrivað eftirmála hava Verena Stössinger og Anna Katharina Dömling.
Unionsverlag. Zürich 2006.

Týðingar úr føroyskum í týskmælta heiminum
Í summar kom út savn av yrkingum eftir Guðrið Helmsdal í týskari týðing. Týsk-føroyska vinafelagið varð stovnað 1988 og hevur síðani givið út limablaðið Tjaldur við greinum um føroysk evni og ummælum um føroyskar bøkur; felagið gav í 2005 út nýggja útgávu av týsku týðingini frá av føroyafrágreiðing Lucas Debesar við gjølligari grein eftir um Føroyar í søguligum týskum bókum. Nú í heyst er útkomið eitt stórt føroyskt søgusavn á týskum á forlagnum Unionsverlag í Zürich. Bókin eitur eftir fyrstu orðunum í gamla fosturlandssangi Fríðriks Petersens, “Eg oyggjar veit”: “Von Inseln weiss ich...”. Tvær kvinnur hava greitt bókina úr hondum,Verena Stössinger, f. 1951 í Luzern, og Anna Katharina Dömling, f, 1972 í Hamburg. Verena Stössinger er rithøvundur og hevur lisið norðurlendsk mál og bókmentir í Basel og Århus. Nýggjasta bók hennara, skaldsøgan Spielzeit Nummer zwölf (Spælitíð nummar tólv) kom út í 2004. Anna Katharina Dömling hevur lisið norðurlandamál í Kiel og Uppsala. Hon starvast á norðurlendsku deildini á lærda háskúlanum í Zürich.

Føroyskar søgur frá 1900 til í dag
Elsta søgan í Von Inseln weiss ich... er søgnin um Beintu og Petur Arrebo í uppskriftini hjá Jákupi doktara Jakobsen, prentað í Sagnum og ævintýrum 1898-1902. Hon telst ikki til tað bókmentaslagið stuttsøgu, men undirheitið á savninum er heldur ikki stuttsøgur, novellur, men tað víðara søgur, og tað er søgnin um Beintu sjálvandi, og niðurskrivað kann hon kallast ein undanformur til føroyskan prosaskaldskap. Tann yngsta søgan í bókini er “Placebo” (Mjørki í heilum) eftir Elias Askham (f. 1977). Týðarar eru 8 í tali, 5 kvinnur og 3 menn. Inga Meincke, f. 1963 í Hamburg, hevur týtt flestar, 14 søgur, 3 av teimum saman við øðrum. Inga hevur lisið norðurlandamál, heimspeki og romonsk mál og hevur skrivað doktararitgerð um N.F.S. Grundtvig. Hon hevur týtt yrkingar eftir Tórodd Poulsen og skrivað grein um hann (“Schreiben sehen. Tóroddur Poulsens “visuelle Dichtung”” í: Bild durch Schrift, Zum visuellen Diskurs in der skandinavischen Gegenwartsliteratur s. 83-99, ritstj. Hanna Eglinger/Annegret Heitmann. Rombach Verlag 2002). Inga býr í München og er sjálvstøðugur undirvísari og týðari. Hinir týðararnir eru Renke Borchert, Kirsten Brix, Ernst Krenn, Gisela Perlet, Birgit Remmel og Detlef Waldraut, sum í mong ár var formaður í týsk-føroyska vinafelagnum.

Onnur søvn av týddum føroyskum søgum
Von Inseln weiss ich er ikki fyrsta føroyska søgusavn á týskum: Í 1957 kom út Abal und die Möwen við 15 søgum og hugleiðingum eftir Sverra Patursson, eftirmála og viðmerkingum eftir týðaran, eysturríkaran Ernst Krenn, sum í sínari tíð var nógv í Føroyum og skrivaði í bløðini undir dulnevninum Álvur við Gjógv. Týðing hansara av “Ábali” er í tí nýggja søgusavninum, sum man vera tað størsta av føroyskum stuttprosa, sum út er givið.

Savnrit við søgum eftir menn
Tað savnið, sum kemur Von Inseln weiss ich... næst í vavi, er helst Faroese Short Stories (1972) við 25 stuttsøgum eftir 11 høvundar; Hedin Brønner týddi, skrivaði inngang og viðmerkingar, The American-Scandinavian Foundation gav út. Eldri norðurlendsk savnrit av týddum føroyskum stuttprosa eru Færøske fortællere. Et prosaudvalg ved Povl Skårup og Søren Koustrup (1968), inngang skrivaði Ole Jacobsen, bókmentafrøðingur úr Vági, búsettur í Keypmannahavn. Týðararnir eru Povl og Gunnvá Skårup og Ole Jacobsen, Norrøna felagið í Danmark gav út, permumynd teknaði Bárður Jákupsson. Eisini hetta savnið leggur fyri við søgn, Floksmonnum í uppskriftini hjá P.L. Panum frá 1846, einari uppskrift, ið er dømi um flutning úr munnligum formi í skrivligan form, sum samstundis er flutningur millum mál: úr føroyskum í danskt. Floksmonnum á baki er søgnin um Uppsala-Pætur í uppskrift J. Jakobsens. Høvundarnir í hesum savninum, sum gongur frá Sverra Patursson til Jens Paula Heinesen, eru allir menn. - Færøyske fortellere. Noveller (1979), Hedin Brønner valdi, týddi og skipaði eisini hetta savnið; William Heinesen myndskrýddi, og Gyldendal, Norsk Forlag í Oslo gav út. Savnið røkkur frá M.A.Winther til Gunnar Hoydal. Til samanberingar hevur M.A. Winther ongan tekst í Von Inseln... . Eisini í báðum søvnunum hjá H. Brønner eru allir høvundarnir menn.


Savnrit við søgum eftir menn og kvinnur
Röster från Fär?arna, en antologi (1985) hevur søgur eftir seks høvundar frá Martini Joensen til Gunnar Hoydal; Ebba Lindberg, Birgitta Hylin, Ulla Clausén og Lars Gunnar Olsson týddu, Felagið Svøríki-Føroyar gav út. - Fyrste ferda bort. Færøyske noveller (1993), er savn í nýnorskari týðing, sum undiritaða legði til rættis saman við týðarunum Idar Stegane og Gudlaug Nedrelid, forlagið Det norske Samlaget gav út. Hetta eru samtíðarsøgur frá Magnusi Dam Jacobsen til Rachel Helmsdal ella frá 1976 til 1990 – nevnast kann, at Magnus Dam Jacobsen er ikki við í Von Inseln...; - tað seinasta savnið, ið skal nevnast, er En vandhistorie og andre færøske fortællinger (1994), Kirsten Brix valdi og týddi til danskt, Vindrose gav út; hetta eru eisini samtíðarsøgur, komnar á prent í árunum 1982-1992, níggju søgur eftir fimm høvundar, sum allir eisini eru umboðaðir í Fyrste ferda bort. Í hesum trimum seinast nevndu søvnunum eru kvinnur millum høvundarnar.


Úrvalið í Von Inseln weiss ich...
Í bókini eru 28 søgur eftir 25 høvundar, 21 menn og 7 kvinnur. Ein skjót samanbering vísir, at umleið triðingur søgunum í Von Inseln weiss ich er umboðaður í onkrum av teimum omanfyri nevndu søvnunum. Millum klassikarar, sum ganga aftur, eru Ábal, Maður kemur aftur at húsum, Purkhús, Einsamallur í Lítlu Dímun, Vátligt heimbýli, Hjartasorg, Gestur, Juli, Frostrósan. Aðrar eru umboðaðar í týddum einstaklingssøvnum, t.d. Undir tínum veingjabreiði á donskum (1984) og svenskum (1986). Men av teimum nýggjaru søgunum koma fleiri her fyrstu ferð í týðing, og í hesum førunum hava útgevararnir ikki havt eldri søvn at skeita eftir. Serliga tá ið um samtíðarskaldskap ræður, fara áskoðanirnar at vera ymiskar um úrvalið av høvundum og søgum.
Í eftirmálanum geva útgevararnir eitt yvirlit yvir føroyskar bókmentir og greiða eisini frá úrvali sínum: Endamálið var eitt savn, sum vísti ein samanhang í føroyskum bókmentum. Henda ætlanin ger t.d., at eisini lítið kendar søgur eru við. Strembanin eftir heild sæst aftur í heitinum á bókini, sum ikki bara er fyrsta regla í einari av elstu og kendastu tjóðskaparyrkingunum, men eisini seinastu orðini í “Hovmeistaranum” eftir Jóanes Nielsen. Tulkað út frá søguni hjá Jóanesi og dagsins umrøðu fáa orðini nýggja vídd. Tað er heldur ikki av tilvild, at teksturin, sum Jørgen-Frantz Jacobsen eigur í bókini, er 2. kapittul í Barbaru, “Einkjan á garðinum”, og ikki t.d. “Den yderste kyst”, ið er at síggja í ymsum savnritum. Kapitlið er nevniliga knýtt at fyrsta tekstinum í bókini, “Beintu og Peder Arrheboe”. Tað hevði borið til at nevnt nógv fleiri dømi um tað margfalda sambandið millum tekstirnar, hvussu teir “tosa saman”, júst sum útgevararnir greiða frá í eftirmálanum.
Tann fólksliga søgan um brøgd á sjógv og landi ella tann ógvisliga skemtisøgan – báðar eiga sín hevdvunna part av føroyskum bókmentum – eru lítið umboðaðar, um enn ikki einki (“Maður kemur aftur at húsum”); tess meira er av søgum, har tann innari einstaklingurin í samspæli sínum við umhvørvið er í miðdepli. Temu, ið standa fram, eru t.d. lívið skuggamegin í samfelagnum, frystar og særdar sálir, børn ið uppliva miskunnarloysi fyrstu ferð mitt í tí sum tykist ein ómetaligur idýllur, óskilvís trongd og trá, ið brýtur forðingar, ungdómur á vegamóti. Broytingarnar í bókmentaliga forminum trína fram so hvørt, sum líður gjøgnum bókina, frá fólksligari til sálarfrøðiliga og lýriska realismu og modernismu. Yvirhøvur eitt savn, har samspæl millum tekstir skapar dýnamikk, og flestir av tekstunum standa seg sera væl.


Mentanir møtast
Týðingarnar fylgja tí ráðandi rákinum í bókmentatýðing at varðveita nakað av fremmandleika upprunatekstsins. Hetta sæst best av, hvussu nøvn verða viðfarin: fólkanøvn og staðanøvn verða ikki týdd, men skrivað burturav á føroyskum og í hvørfalli; eisini “ð” verður nýtt, t.d. eitur Vørðumaðurin í “Einsamallur á Lítlu Dímun” “der Mann von Vørðan”. Eisini í týðingunum av søgunum hjá Williami Heinesen eru nøvnini á føroyskum; tað er serliga í staðanøvnunum, at hetta sæst: “Skansen” verður “der Festung Skansi” og “Stangenæs” verður “Stangarnes”. Í summum førum velur týski týðarin aðra loysn enn føroyski týðarin, tá ið staðanøvn skulu føroyskast. Sostatt verður “Thorshavn” hjá Williami Heinesen í“Vátligum heimbýli” hjá føroyska týðaranum “Havn”, men “Tórshavn” hjá týska týðaranum, sum sjálvandi er tað rætta valið í hesum samanhanginum. Í nevndu søguni kemur orðið “náströnd” fyri í upprunatekstinum; føroyska týðingin hevur føroyska formin “nástrond”, men í staðin fyri henda rætta formin hevur týska týðingin her sama form sum upprunateksturin. Navnið “Ábal” er í týðingini hjá Krenn “Abal”, og tað man vera av óvart, at tað ikki er broytt til Ábal her. Har kemur eisini “Harald” fyri, sum helst átti at verið “Haraldur” í samsvari við navnaviðferðina annars.
Eitt er at týða William Heinesen úr donskum og teir nýggjaru føroysku søguhøvundarnar úr føroyskum. Men at týða knappa og neyva frásøgn t.d. um at fara ella vera til útróðrar? Hyggja vit at søguni “Maður kemur aftur at húsum”, so stendur einastaðni, at “Enokkur hevði verið andøvsmaður alt sítt langa útróðrarlív”; á týskum verður tað: “Enokkur war ganzes Fischersleben lang “Gegenruderer” gewesen: Während die anderen fischten, blieb er an den Rudern, damit das Boot nicht abtrieb” (s. 85). Tey ráðini, sum týðarin tekur til her, er at greiða frá einum fyribrigdi, sum týðingarmálið ikki fær orðað við einum hugtaki: tað at andøva. Hetta er eitt gott dømi um, at bókmentatýðing ikki bara er at skifta orð um við onnur orð, men at flyta eina mentan til eina aðra og lata tær møtast. So kann verða spurt, um bókmentatekstur ikki missir flogið, tá ið neyðugt er soleiðis í nógvum orðum at greiða frá smálutum, men tað nýtist hann als ikki. Javngildið millum upprunatekst og týðing av bókmentateksti, sum strembað verður eftir, kann væl vera og er ofta forskotið og eigur at verða mett í heild síni. Eitt dømi um at týðarin fer hin vegin og loypur eitt fyribrigdi um, er í “Hovmeistaranum”. Har stendur: “Aftaná at hava biðið væl gagnist, beyð hann okkum yvir í sofahornið til kaffi og konjakk”; á týskum stendur: “Nach dem Essen bat er uns zu Kaffee und Kognak in die Sitzecke” (292), v. ø.o. einki “væl gagnist”. - Umframt frágreiðing og burturúrløgu er uppískoyti eitt triðja ráð at taka til, og um tað síggja vit eitt dømi aftast í “Hovmeistaranum”. Har stendur: “Og gud hjálpi mær um tað ikki var Toftakórið, ið sang “Eg oyggjar veit””. Á týskum ljóðar hetta: “Und Gott soll mich strafen, wenn es nicht der Tofta-Chor war, der das schöne färöische Lied Von Inseln weiss ich sang” (s. 299). Týskmæltu lesararnir fáa her neyðugar upplýsingar, sum ikki eru í upprunatekstinum: at hetta er ein føroyskur sangur; og fyri at lesarin skal hava møguleika fyri at skilja endan á søguni, verður haraftrat tann metingin skoytt uppí, at sangurin er vakur. Soleiðis verða við hesum týðingum hurðar latnar upp fyri týskmæltum lesarum inn í føroyskan bókmentaheim.