Føroyska kvinnulandsliðið seinastu dagarnar verið í Litava, har liðið hevur spælt tveir landsdystir. Báðir vóru móti Litava og báðir endaðu við javnleiki. Fyrri dysturin, sum verður altjóða skrásettur, endaði við 2-2 javnleiki. Heidi Sevdal skoraði bæði málini.
##med2##
Týsdagin spældi liðini aftur, men hesa ferð bleiv dysturin ikki altjóða góðkendur. Her endaði við javnleiki 1-1. Birita B. Nielsen javnaði við seinasta sparkinum í dystinum. Hetta er eisini ein sermerktur dystur fyri Ásu á Reynatúgvu og Nadju Dam Johannesen. Tær spældu báðar sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið. Til dagligt spæla tær við HB.
##med3##
Í fyrra dystinum fekk ein annar spælari hjá HB eisini sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið. Talan er um Juliu Naomi Mortensen, sum eisini bleiv kosin til ársins ungi spælari í 2018. Um vikuskiftið verður aftur umfari í Betri deildini.
Betri deildin kvinnur 5. umfar:
Sunnudagin
EB/Streymur/Skála – KÍ (13.00)
HB – ÍF/Víkingur/B68 (15.00)