Samráðast um Norðuratlantslinju

Samráðingarnar millum Smyril Line og Fjord Line halda fram. Men ringt er at fáa nakað ítøkiligt at vita um, nær ein avtala kann væntast

Hetlendski nevndarlimurin í Smyril Line, Morgan Goodlad, er sambært hetlendska blaðnum, The Shetland News, í Bergen til endaligar samráðingar við Fjord Line um nýggja ferjufelagið, North Atlantic Lines, sum Smyril Line og Fjord Line ætla at stovna. Blaðið væntaði mikudagin, at ein avtala fór at verða kunngjørd tá. Men so varð ikki.
Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar frá leiðsluni í Smyri Line til hesi tíðindini. Bæði nevndarformaður og stjórar í Smyril Line eru uttanlands. Men ikki ber til at fáa at vita, hvar teir eru, og hvat teir gera. Fartelefonirnar verða ikki tiknar. Men nógv tykist benda á, at tað er í samband við samráðingar um North Atlantic Lines, at teir eru burturstaddir.