Tað gekk ikki so skjótt, sum vit ætlaðu. Nú vóna vit at kunna fara til verka um ársskiftið.
Ætlanin var, at nýggja uppboðssølan hjá útróðrarmonnum skuldi verða klár at taka ímóti fiski nú, fyrst í oktober.
Men Essa Petersen, formaður í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna noyðist nú at viðganga, at tað ikki gekk so væl sum ætlað.
Tá ið útróðrarfelagið fyrr í ár fekk loyvi úr landsstýrinum at stovna sína egnu uppboðssølu, var ein tíðarætlan sett upp, sum segði, at teir skuldu vera til reiðar at selja fisk nú fyrst í oktober.
Vit mugu bara ásanna, at tað gekk ikki so skjótt, sum ætlað, sigur Essa Petersen.
Men enn er avgjørt gongd í málinum og at tað verður arbeitt við tí.
Í løtuni verður arbeitt við at seta upp eina kostnaðarætlan, sigur hann.
Men tað verður eisini enn arbeitt fyri at tekna nokk av peningi til at stovna uppboðssøuna fyri.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv er sett í uppboðssøluna higartil, ella, hvussu nógv teir hava brúk fyri.
Men hann sigur, at tað gongur rætta vegin.
Tað manglar ikki nógv í og nú verður miðað ímóti at hon skal vera klár at taka ímóti fiski um einar tveir, tríggjar mánaðir.
Ætlanin er, at nýggja uppboðssølan hjá útróðrarmonnum skal hava høvuðsstøð í Klaksvík, men ætlanin er so at hava móttøkur kring landið.
Fyribils er ætlanin at hava móttøku í Skopun og á Sandi og í Norðureysturoy, kanska í Oyndafjørði ella í Vík.
Men so ber til at gera móttøkur aðrastaðni í landinum eisini, har áhugi er fyri tí.
Hava stóra ábyrgd, men lítið innlit
Nú er ein uppboðssøla í landinum frammanundan. Hví er tað so neyðugt, at tit stovna tykkara egnu?
Tað kann sigast heilt stutt:
Vit hava stóra ábyrgd men onki innlit, og tað kunnu vit ikki vera nøgdir við.
Tað, hann meinar við, er, at uppboðssølan sum er, áleggur seljarunum størri og størri ábyrgd, uttan at geva teimum innlit.
Uppboðssølan er keyparans uppboðssøla, tí tað eru keyparar, sum eiga tað mesta í henni, tó at Fiskimannafelagið eisini hevur sett fitt av pengum í hana.
Og tað halda vit, sum selja fisk, vera óheppið.
Men hann vil ikki útgreinað hetta nærri
Hann leggur tó afturat, at útróðrarmenn halda, at tað er týðiligt, at uppboðssølan lívgar altíð seljaran.
Hvør krevur t.d., at fiskurin skal skiljast? tað er keyparin. Men tað er seljarin, sum skal betala.
Og tað verður helst ikki leingi fyrrenn vit eisini skulu betala kassaleigu, hóast vit sjálvir eiga kassar.
Essa Petersen ivast ikki í, at uppboðssølan hjá útróðrarmonnum fer at standa seg ímóti teirri, sum er.
Hví skulu vit ikki tað, spyr hann.
Lægri gjøld
Essa Petersen heldur ikki, at nýggja uppboðssølan fer at føra við sær, at útróðrarmenn fara at fáa hægri prís fyri fiskin.
Prísurin er góður, so tað er ikki tað, vit seta nøsina upp eftir.
Hinvegin halda vit, at tað kundi borið til at fingið avgjøldini niður.
T.d. kostnaðin fyri skiljingina, sum keyparin krevur, men sum vit betala. Vil keyparin hava fiskin skildan, eigur hann at bera kostnaðin sjálvur. Í løtuni betala vit 20 oyru fyri kilo fyri at fáa fiskin skildan.
Essa Petersen heldur eisini, at tað kundi borið til at fingið móttøkuna bíligari.
T.d. betala vit 25 oyru fyri kilo fyri at fáa uppboðssøluna at taka ímóti fiskinum.
Móttøkan kundi kanska blivið bíligari um tað t.d. varð bjóðað út at hiva fiskin úr bátunum upp á bryggjuna. Tað eru nógvir lastbilar við krana, sum hungra eftir arbeiði. Nýggja uppboðssølan kann eisini brúkast sum eitt amboð til at forða fyri, at enn fleiri avgjøld verða løgd á seljaran, sigur Essa Petersen.