Seinnapartin er møguleikin at reisa seg

Felags fyri KÍ og EB/Streym er, at síðsta vikan royndist ikki væl

Klokkan 15 fer bólturin á rull á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík.

KÍ og EB/Streymur spæla fyri aðruferð í ár ímóti hvørjum øðrum á hesum vølli. Fyrru ferðina vann KÍ 2-1

Síðsta vikan hevur ikki roynst væl hjá EB/Streymi og KÍ.

Sunnukvøldið legði EB/Streymur rygg til 8-1 tap á heimavølli ímóti NSÍ.

Sunnudagin tapti KÍ – fyri fyrstu ferð í ár – á útivølli ímóti HB. Úrslitið var 4-1.

Mikukvøldið tapti KÍ 1-0 á heimavølli ímóti HB í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

EB/Streymur hevur megnað onkur ófør úrslit á útivølli. Eitt nú tá ið tað í næstsíðsta umfari eydnaðist at røkka 1-1 ímóti Víkingi í Sarpugerði.

Hjá KÍ er Óli Eyðsteinsson Poulsen skaddur, og tað er ivasamt, um Torbjørn Grytten er førur fyri at spæla ídag.

Hjá EB/Streymi er skaðalistin framvegis langur: Andras Ó. Olsen, Jóhannes Hansen, Arnar Dam, Leif Niclasen og Gestur Bogason Dam. Ivasamt er, hvussu tað verður við Arnbjørn Hansen og Tóka H. Johannesen ídag.