Semingsuppskot latið til leiðsluna

Sjúkrasystrarnar á B6 vilja nú gera eina seinastu roynd at fáa í rættlag viðurskiftini á B6. Talan er um eitt semingsuppskot. Fleiri hendur standa enn ovast á listanum

 

B6

Í skrivi til leiðsluna á landssjúkrahúsinum, verður eitt uppskot gjørt um semju. Átjan sjúkrasystrar hava skrivað undir skrivið, t.e. sjúkrasystrarnar, sum hava sagt seg úr starvi. Skrivið verður kallað fyri eitt semingsuppskot og er soljóðandi:


Undirritaðu sjúkrasystrar á B6 vilja gera eina seinastu roynd at fáa rættlag á viðurskiftini á B6.


1. 1,8 sjúkrasystrar.

2. Neyva stýring av sjúklingatalinum.

3. Sjálvstýrið aftur á deildini

4. Um sjúklingatalið fer yvir 18 og ella tyngdin verður yvir 4 røktarsjúklingar og undir sjúku ? kunna innkalla tímalønt.

5. Tá aðrar deildir hava stongt, planleggja við 4 kvøldvaktum, t.v.s. eina meir enn sum nú er.

6. At neyðug arbeiðsamboð/tól sambært listanum frá 14.8.01 verða útvegað og at tól verða hildin við líka

7. Endurskoða støðuna um 3-6 mðr.

Hetta halda vit kundi verið við til at bøt munandi um umstøðurnar, og sjálvsagt vilja vit verða við til at menna deildina framyvir.

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Jóanis Erik Køtlum.