Tað endaði 1-1, tá ið Víkingur í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi.
Og víkingarnir eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna, hóast heimamenninir høvdu bóltin nógv meiri enn gestirnir: Í síðsta umfari vóru víkingarnir mest sum alla tíðina 11 ímóti 10 á heimavølli ímóti NSÍ, og tá endaði tað 3-3.
-Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku, tí vit høvdu bóltin væl meiri enn mótstøðumenninir. Vit spældu okkum til fleiri góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist bara at skora eitt mál, og vit áttu at havt spælt okkum til fleiri málmøguleikar, enn vit gjørdu. Hetta hevur verið lagið hjá okkum alt hetta kappingarárið. Tað góða í dag var, at spælið millum brotsteigarnar báðar riggaði væl, og at vit hava fleiri spælarar, sum eru komnir aftrat, nú vit hava mist onkrar av føstu monnunum. Fokus er á at vinna fjórða plássið og at vera væl fyrireikaðir til steypafinaluna, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi í samrøðu við FM1 útvarpið.
EB/Streymur legði seg á odda, tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Mikkjal Hellisá legði við frísparki bóltin fram í brotsteigin hjá Víkingi, Andras Ó. Olsen snittaði við høvdinum bóltin víðari, og so var tað Thomas Bjørn Miezan, sum setti bóltin í málið.
So vóru fyritreytirnar hjá EB/Streymi heilt optimalar. Tað snúði seg framvegis um at vera væl skipaðir í verjuni, men tað eydnaðist Víkingi at javna longu fýra minuttir eftir, at gestirnir vóru komnir á odda. Ingi Jonhardsson átti innleggið, og tað var Jákup Johansen, sum setti bóltin í málið.
-At vinna stig í Sarpugerði ímóti Víkingi eiga vit altíð at vera nøgdir við. Vit hildu okkum til tað, sum venjarin Sigfríður S. Clementsen og vit høvdu avrátt, og vit fegnast um 1-1. Nú fara vit at fyrireika okkum fríggjakvøldið at fáa vitjan av NSÍ, sigur Andras Ó. Olsen, miðverji og liðformaður hjá EB/Streymi, sum var sera eyðsýndur.
Hjá Víkingi var tað merkisvert, at Bergur Gregersen eftir langan skaðasteðg aftur varð skiftur inn, og at Kaj Leo í Bartalsstovu í dag fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti heim aftur úr Íslandi, varð skiftur inn á besta liðið.